![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/43/Fjardastevna_2012_5mannafor_gentur_Erla_Kongsdottir.jpg/640px-Fjardastevna_2012_5mannafor_gentur_Erla_Kongsdottir.jpg&w=640&q=50)
Kappróður í Føroyum
From Wikipedia, the free encyclopedia
Kappróður hevur verið eitt kent fyribrigdi í Føroyum í øldir. Sum frítíðarítrótt gjørdi hann seg rættiliga galdandi í samband við framkomuna av tí nýmótans samfelagnum í fyrru helvt av hesi øld. Kappróður verður vanliga nevndur tjóðarítrótt Føroya. Tað sum eyðkennir ta føroysku róðrar-ítróttina er tað sermerkta sniðið, bátarnir hava. Bæði menn og kvinnur luttaka í kappróðrinum hvør fyri seg. Barnaróðrar hava eisini verið vælumtóktir seinastu árini, og í 2010 gjørdist barna kappróðurin eisini FM róður eins og hjá teimum ungu og teimum vaksnu. Hendan ítróttargrein, sum er summar-ítrótt burturav, er serstakliga væl umtókt, og áskoðaratalið er altíð sera stórt. FM-kappingarnar verða hildnar á teimum mongu summarstevnunum kring landið. Fyrsti róðurin er á Norðoyastevnu í Klaksvík, sum oftast er fyrsta vikuskifti í juni, kappróðurin er leygardag á Norðoyastevnu. Seinasti róðurin er á Ólavsøku 28. juli. Vanligasti teinurin ið róð verður er 1000 metrar. 10-mannaførini rógva tó 2000 metrar har tað ber til. Á Ólavsøku ber ikki til at rógva longri teinar enn 1000 metrar. Børnini rógva styttri teinar. Onkuntíð verður róð í fleiri bólkum, tá verður eisini finaluróður. Hetta er onkuntíð galdandi fyri 5-mannaførini sum eru flest í tali.[1]
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/43/Fjardastevna_2012_5mannafor_gentur_Erla_Kongsdottir.jpg/640px-Fjardastevna_2012_5mannafor_gentur_Erla_Kongsdottir.jpg)