Italskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Italskt (italiano) er eitt romanskt mál, sum hoyrir til bólkinum av indo-evropeiskum málum. Málið verður tosað av umleið 70 milliónum. Tað verður fyrst og fremst talað í Italia, men harumframt eisini í 29 øðrum londum. Italskt er alment mál í Italia, Sveis, San Marino, Slovenia, Vatikanstatinum, Istria (Kroatia) og í ES.