San Marino
From Wikipedia, the free encyclopedia
Lýðveldið San Marino (alment navn: Repubblica di San Marino) er eitt lítið landfast land í Italia. San Marino hevur bara mark við Italia. San Marino er fjallaland og elsta lýðveldi í heiminum. Høvuðsmálið er italskt. Hetta lítla fjallalandið, nakað norðarlaga í Italia, er minsta lýðveldi í Evropa. Tað er eisini av minstu londum. Í vídd er San Marino bara 61 km2.
| |||
Tjóðarslagorð: "Libertas" (føroyskt: "Frælsi") | |||
Tjóðsangur: "Inno Nazionale della Repubblica" | |||
Alment mál | Italskt | ||
Høvuðsstaður | San Marino | ||
Kapteynar regentar | Alessandro Rossi Milena Gasperoni | ||
Átrúnaður | Katolisma 96 % Aðrir 4 % | ||
Fullveldi | 3. september 301 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
60,57 km² 0,1 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
32 471 536,1/km² | ||
Gjaldoyra | Evra (gjaldoyrakota: EUR) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .sm | ||
Telefonkota | +378 | ||
Tað er eisini ímillum tey elstu, helst grundað um ár 900. Í miðøld var Italia býtt sundur í rík, valdmikil býarríki, sum Florens og Venesia. Hesi ríki vórðu, sum tíðin leið, limað inn í onnur, størri landøki, men San Marino megnaði at hava sjálvræði sítt. Á italienska meginlandinum eru tvey smá ríki, Vatikanríkið og San Marino.
Hóast landið er av smæstu londum, hevur tað fótbóltslandslið, sum er við í undankappingunum til HM og EM í fótbólti.
Náttúrutilgeingið er lítið í San Marino, og blómandi ferðavinnan er størsta inntøkukelda landsins.
Londini, sum ikki eru limir í ES, men hava beinleiðis tollsamgongu við ES, eru Mann, Ermarsundsoyggjar, Andorra og San Marino.