Italskt (italiano) er eitt romanskt mál, sum hoyrir til bólkinum av indo-evropeiskum málum. Málið verður tosað av umleið 70 milliónum. Tað verður fyrst og fremst talað í Italia, men harumframt eisini í 29 øðrum londum. Italskt er alment mál í Italia, Sveis, San Marino, Slovenia, Vatikanstatinum, Istria (Kroatia) og í ES.

Mállæra

Italska málið hevur tvey kyn: kallkyn og kvennkyn. Navnorð ið enda við -o eru sum oftast kallkynsorð, meðan navnorð ið enda við -a, sum oftast eru kvennkynsorð. Navnorð ið enda við -e kunnu antin vera kallkynsorð (umleið 70 %) ella kvennkynsorð (umleið 30 %). Navnorð ið enda við -o og -e enda við -i í fleirtali, meðan kvennkynsnavnorð ið enda við -a fáa endingina -e.

Sagnorð

Italiensk sagnorð hava ikki so einklar bendingar, og tað er vanligt at lata vera við at brúka tað persónliga fornavnið, eftirsum sagnorðið vísir hvønn grammatiskan persón ið talan er um. Persónlig fornøvn verða nýtt fyri at leggja dent á hvønn ið ein meinar við, ella fyri at vísa ein mótsetning.

Dømi um sagnorð:

Nútíð av essere, "at vera":[1]

eintal

(io) sono - eg eri (1 pers.)
(tu) sei - tú ert (2 pers.)
(lui, lei, lei) è - hann/hon/tað er, Tygum eru (3 pers.)

fleirtal

(noi) siamo - vit eru (1 pers.)
(voi) siete - tit eru (2 pers.)
(loro) sono - tey eru (3 pers.)


Nútíð av avere, "at hava":

eintal

(io) ho - eg havi (1 pers.)
(tu) hai - tú hevur (2 pers.)
(lui, lei, lei) ha - hann/hon/tað hevur, Tygum hava (3 pers.)

fleirtal

(noi) abbiamo - vit hava (1 pers.)
(voi) avete - tit hava (2 pers.)
(loro) hanno - tey hava (3 pers.)

Keldur

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.