ISO 3166-1 alfa-2
From Wikipedia, the free encyclopedia
ISO 3166-1 alpha-2 kotur eru landakotur við tveimum bókstavum, ið eru umrøddar í ISO 3166-1, ið er partur av standardinum ISO 3166 frá International Organization for Standardization (ISO). Koturnar umboða lond, sjálvstýrandi øki og serstøk øki av landafrøðiligum áhuga. Tær eru tær mest nýttu av landakotunum frá ISO (hinar eru alpha-3 og numeric), og verða tær m.a. nýttar til internetdomeni hjá londum og økjum við fáum undantøkum.[1] Koturnar vórðu á fyrsta sinni innførdar sum partur av standardinum ISO 3166 í fyrstu útgávuni í 1974.