![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/c/c8/Hvannhagi_9.jpg/640px-Hvannhagi_9.jpg&w=640&q=50)
Hvannhagi
From Wikipedia, the free encyclopedia
Hvannhagi er eitt náttúruøki norðan fyri Trongisvág, Tvøroyri og Froðba og sunnan fyri Hvalba. Hvannhagi er á eystursíðuni á Suðuroynni. Á hvørjum ári verður skipað fyri gongutúrum til Hvannhaga, og hetta er ein væl vitjaður útferðarstaður fyri bæði útlendingar og føroyingar [1]. Eitt vatn er í Hvannhaga. Tað verður vanliga bara rópt Vatnið í Hvannhaga.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/c/c8/Hvannhagi_9.jpg/640px-Hvannhagi_9.jpg)
Hvannhagi vann heiðurin fyri "Sermerkt náttúruøki" í "Umhvørvisátakinum 2008", sum Føroya Kommunufelag skipaði fyri. Hvannhagi verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð. Vakurt útsýni er til Lítla og Stóra Dímun úr Hvannhaga. Tú kanst bert ganga til Hvannhaga.