![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/9/9f/Wrigley_field_720.jpg/640px-Wrigley_field_720.jpg&w=640&q=50)
Hornabóltur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Hornabóltur, á donskum og fleiri øðrum málum verður Baseball brúkt, er tjóðarítrótt í USA. Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í New Jersey í 1846. Fyrsta landskappingin var í 1876, og nú á døgum er hornabóltur næstbest umtókta ítróttargrein í Amerika, beint aftanfyri amerikanskan fótbólt. Leikararnir hava handska á hondini og rimagrímu fyri andlitinum. Baseball-leikarar brúka bólttræ og harðan bólt. Siður er, at forsetin kastar fyrsta bóltin, tá ið landskappingin MLB (Major League Baseball) í hornabólti byrjar.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/9/9f/Wrigley_field_720.jpg/640px-Wrigley_field_720.jpg)
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/6d/Baseball_swing.jpg/640px-Baseball_swing.jpg)