Hirtshals er ein býur í Hjørring kommunu í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 5.959 fólk (2014). Føroyska ferjan Norrøna hjá Smyril Line siglir úr Tórshavn til Hirtsals einaferð um vikuna um veturin og tvær ferðir um vikuna um summarið. Nógvir føroyingar búgva í Hirtshals, og nógvir føroyskir fiskimenn hava tætt tilknýti til býin, tí teir hava landa har ofta og summir sigla regluliga út frá Hirtshals, men búgva tó í Føroyum. Summir av føroyingunum sum búgva í Hirtshals eiga fiskiskipa har.[1][2] Í 1990-árunum fluttu fleiri føroyskar familjur til Hirtshals orsakað av kreppuni, sum rakti hart í Føroyum og førdi til stórt arbeiðsloysi og stóra fráflyting. Føroyska Brøðrasamkoman eigur og rekur samkomuhúsið Malta í Hirtshals.[3]

Thumb
Norrøna í Hirtshals
Thumb
Havnin í Hirtshals

Keldur

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.