![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/3/3f/Universal-Islands-of-Adventure-Harry-Potter-Castle-9182.jpg/640px-Universal-Islands-of-Adventure-Harry-Potter-Castle-9182.jpg&w=640&q=50)
Heksir
From Wikipedia, the free encyclopedia
Heks er helst árin frá týska orðinum Hexe. Upprunaheksirnar vóru umhildnar at vera góðviljað menniskju, ið nýttu teirra evni og blandingar at hjálpa fólki við. Tær nýttu natúrligar urtir til heilivág.[1] Tær høvdu eina serliga orku uttan um seg, so tær góvu menniskjum glaðar tankar fyri at bøta um tunglyndi og annað. Nógv varð gjørt burturúr heksajagstran í 13.- og 14. øld.[2] Allar mest í londum sum Frankaríki og Sveis í Evropa. Fleiri hundraðtúsund menniskju vórðu jagstrað, tí onkur hevði tey undir illgruna fyri at hava framt gand. Einaferð var ein ósek kona dripin, tí ektamaður hennara hevði tannapínu og hevði sagt øllum, at tað var tí at kona hansara hevði gjørt allan matin. Og av hesum mátti hon vera heks. Tey hildu, at um heksir kundu gera góð undurverk burturúr urtum, kundu tær eins væl gera óndar gerðir gjøgnum illar andar, djevlar og annað. Tað frættist, at heksir kundu gera illveður, gera kýr sjúkar, eitra mat, geva onkrum óeydnu, banna bøndur og garð teirra og gera fólk ljót og misshátt. Nógv var at hoyra um alt tað ónda, heksir nýttu at ganda við. Hesi eru summi teirra: stóra grýtu at blanda gandadrykkir í, ørindisreglur og rím, amulettir sum yvirtaka ofrið, stara inn í spegl, voodoo dukkur gjørdar úr leiri, og flúgva á kustaskaftum um næturnar.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/3/3f/Universal-Islands-of-Adventure-Harry-Potter-Castle-9182.jpg/640px-Universal-Islands-of-Adventure-Harry-Potter-Castle-9182.jpg)