HM í fótbólti fyri kvinnur 2019
From Wikipedia, the free encyclopedia
HM í fótbólti fyri kvinnur 2019 verður tann áttanda útgávan av HM í fótbólti fyri kvinnur, ið tann altjóða meistaraskapurin fyri fótbólt hjá kvinnum, har ið limalondini í FIFA kappast. Í mars 2015, vann Frakland rættin til at vera vertur fyri kappingini. Tað er fyrstu ferð at Frakland er vertur fyri meistaraskapinum, og triðju ferð, at hann verður hildin í Evropa. Dystir skulu eftir ætlan vera í ellivu býum í Fraklandi. Tað eru 24 lond ið skulu kappast í endaspælinum, teirra millum er vertstjóðin. USA er forsvarandi meistari.