From Wikipedia, the free encyclopedia
HM í fótbólti (enskt: FIFA World Cup) er størsta undirhaldshending í heiminum. Einki annað tiltak savnar líka nógv fólk frammanfyri sjónvarpsskermarnar sum hendan kappingin, ið verður avgjørd fjórða hvørt ár. Men soleiðis hevur ikki altíð verið.
Stovnað | 1930 |
---|---|
Región | Altjóða (FIFA) |
Tal av liðum |
32 (finalur) 209 (skikkaði til innleiðandi) |
Núverandi meistarar | Týskland (4. tittul) |
Lið við besta avriki | Brasil (5 titlar) |
Sjónvarpssendistøðir | Listi yvir rásir |
Heimasíða | fifa.com/worldcup |
Kvalifisering til HM í fótbólti 2018 |
Í 1904 var fundur hildin í Paris við tí endamáli at seta á stovn eina heimssamgongu fyri fótbóltssambond. - Federation Of International Football Asssociations (FIFA), sum samgongan kom at eita, hevði upprunaliga sjey limalond; Belgia, Danmark, Frakland, Niðurlond, Spania, Sveis og Svøríki. Bretsku fótbóltssambondini (Ongland, Skotland, Írland og Wales) vóru ikki umboðað á fundinum, m.a. orsaka av, at fótbólturin longu var professionel ítrótt í Bretlandi. Nýstovnaða fótbóltssamgongan setti sær m.a. sum mál at skipa fyri eini Heimsmeistarakapping.
Tá ið Fyrri Heimsbardagi brast á, var FIFA vaksið og kundi nú av røttum kallast ein heimsfelagsskapur; Brasil, Argentina, USA og "heimalondini" Ongland, Írland, Skotland og Wales vóru nú komin við. Hóast hesa vaksandi undirtøku vóru trupulleikar fyri framman. Eftir kríggið vildi Ongland (og teir fingu stuðul frá Skotlandi, Írlandi, Wales, Fraklandi og Belgia) ógvuliga treyðugt spæla dystir móti gomlu fíggindunum úr Týsklandi, Eysturríki og Ungarn, og á fundi í Bruxelles í 1919 varð samtykt "ikki at hitta neutralar samgongur ella neutral feløg, ið hava spælt móti samgongum, ella feløgum úr Miðveldunum", og soleiðis settu bretar seg sjálvar uttanfyri heimsfelagsskapin. Í Belgia broyttu tey skjótt meining, tí tey skuldu vera OL-vertir í 1920, og kundu tí ikki loyva sær slíkan hugburð.
Á fundinum í 1926 staðfesti Henri Delauny, sum var formaður í fronsku fótbóltssamgonguni, at "Ein altjóða fótbóltskapping kann ikki longur vera partur av Olympisku Leikunum, ið er fyri amatørar, tí professionalisman er komin. Spurningurin var bara, hvussu ein professionellur fótbóltsspælari skuldi definerast. Bretsku fótbóltssamgongurnar, ið nú aftur vóru komnar upp í FIFA, ivaðust ikki og settu fram sína definitión fyri hinum limalondunum; men tey høvdu ilt við at semjast um bretsku loysnina, og hesaferð var ósemjan verri at bøta, og tí hildu bretar seg burtur frá Heimsmeistarakappingini í mong ár. Men HM kom tó kortini.
Á FIFA fundinum í 1928 varð skotið upp at fara undir fyrireikingarnar til HM kappingina í fótbólti. 25 limalond atkvøddu fyri uppskotinum; bert Svøríki, Danmark, Noreg, Finnland og Estland atkvøddu ímóti. Hugo Meisl fekk uppgávuna at leggja kappingina til rættis. Meisl var ein av fremstu monnunum í Miðevropiskum fótbólti, og hevði um hetta mundið skipað fyri teimum væleydnaðu kappingunum Mitropa Cup, ið var kapping fyri feløg, og Nations Cup, ið var fyri landsliðini hjá Kekkoslovakia, Eysturríki, Sveis, Italia og Ungarn. Fyri at kappingin skuldi eydnast og av røttum kunna bera heitið Heimsmeistarakapping Í Fótbólti, mátti ein háttur finnast at fáa londini í Suðuramerika við.
Tey lond, sum ynsktu at vera vertir, vóru Svøríki (hóast teir høvdu atkvøtt ímóti kappingini!), Niðurlond, Spania og Ungarn; men kortini var tað Uruguei, sum fekk heiðurin. Landið vann Olympisku kappingina í 1928 og bjóðaði sær til at rinda allar útreiðslurnar hjá teimum luttakandi landsliðunum.
Myndahøggarin Abel Lafleur evnaði steypin til, ið fekk navnið "Jules Rimet Steypið" at heiðra formannin hjá FIFA, tí hansara eldhugur hevði verið so avgerandi fyri at fáa HM kappingina av bakkastokki.
Dato: 13/7 - 30/7
Argentina - Belgia - Bolivia - Brasil - Kili - Frakland - Jugoslavia - Meksiko - Paraguei - Peru - Rumenia - USA - Uruguei.
Ár | Vertur | Vinnari | Úrslit | Nummar tvey | Triðjapláss | Úrslit | Fjórðapláss | Tal av liðum | |||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1930 Smálutir |
Uruguai | Uruguei |
4–2 | Argentina |
USA |
[note 1] | Jugoslavia |
13 | |||
1934 Smálutir |
Italia | Italia |
2–1 (E.l.l.) | Kekkoslovakia |
Týskland |
3–2 | Eysturríki |
16 | |||
1938 Smálutir |
Frakland | Italia |
4–2 | Ungarn |
Brasil |
4–2 | Svøríki |
16/15 | |||
1950 Smálutir |
Brazil | Uruguei |
Tað var ongin almennur finaludystur á HM 1950.[2] | Brasil |
Svøríki |
[note 3] | Spania |
16/13 | |||
1954 Smálutir |
Sveis | Vesturtýskland |
3–2 | Ungarn |
Eysturríki |
3–1 | Uruguei |
16 | |||
1958 Smálutir |
Svøríki | Brasil |
5–2 | Svøríki |
Frakland |
6–3 | Vesturtýskland |
16 | |||
1962 Smálutir |
Kili | Brasil |
3–1 | Kekkoslovakia |
Kili |
1–0 | Jugoslavia |
16 | |||
1966 Smálutir |
England | Ongland |
4–2 (E.l.l.) | Vesturtýskland |
Portugal |
2–1 | Sovjetsamveldið |
16 | |||
1970 Smálutir |
Mexico | Brasil |
4–1 | Italia |
Vesturtýskland |
1–0 | Uruguei |
16 | |||
1974 Smálutir |
Vesturtýskland | Vesturtýskland |
2–1 | Niðurlond |
Pólland |
1–0 | Brasil |
16 | |||
1978 Smálutir |
Argentina | Argentina |
3–1 (E.l.l.) | Niðurlond |
Brasil |
2–1 | Italia |
16 | |||
1982 Smálutir |
Spania | Italia |
3–1 | Vesturtýskland |
Pólland |
3–2 | Frakland |
24 | |||
1986 Smálutir |
Meksiko | Argentina |
3–2 | Vesturtýskland |
Frakland |
4–2 (E.l.l.) | Belgia |
24 | |||
1990 Smálutir |
Italia | Vesturtýskland |
1–0 | Argentina |
Italia |
2–1 | Ongland |
24 | |||
1994 Smálutir |
USA | Brasil |
0–0 (E.l.l.) (3–2b) |
Italia |
Svøríki |
4–0 | Bulgaria |
24 | |||
1998 Smálutir |
Frakland | Frakland |
3–0 | Brasil |
Kroatia |
2–1 | Niðurlond |
32 | |||
2002 Smálutir |
Suðurkorea & Japan |
Brasil |
2–0 | Týskland |
Turkaland |
3–2 | Korea Republic |
32 | |||
2006 Smálutir |
Týskland | Italia |
1–1 (E.l.l.) (5–3b) |
Frakland |
Týskland |
3–1 | Portugal |
32 | |||
2010 Smálutir |
Suðurafrika | Spania |
1–0 (E.l.l.) | Niðurlond |
Týskland |
3–2 | Uruguei |
32 | |||
2014 Smálutir |
Brasil | Týskland |
1–0 (E.l.l.) | Argentina |
Niðurlond |
3–0 | Brasil |
32 |
Lið | Titlar | Nummar tvey | Triðjapláss | Fjórðapláss | Topp 4 endapláss | Topp 3 endapláss | Topp 2 endapláss |
---|---|---|---|---|---|---|---|
Brasil | 5 (1958, 1962, 1970, 1994, 2002) | 2 (1950*, 1998) | 2 (1938, 1978) | 2 (1974, 2014*) | 11 | 9 | 7 |
Týskland^ | 4 (1954, 1974*, 1990, 2014) | 4 (1966, 1982, 1986, 2002) | 4 (1934, 1970, 2006*, 2010) | 1 (1958) | 13 | 12 | 8 |
Italia | 4 (1934*, 1938, 1982, 2006) | 2 (1970, 1994) | 1 (1990*) | 1 (1978) | 8 | 7 | 6 |
Argentina | 2 (1978*, 1986) | 3 (1930, 1990, 2014) | & —
|
& —
|
5 | 5 | 5 |
Uruguei | 2 (1930*, 1950) | & —
|
& —
|
3 (1954, 1970, 2010) | 5 | 2 | 2 |
Frakland | 1 (1998*) | 1 (2006) | 2 (1958, 1986) | 1 (1982) | 5 | 4 | 2 |
Ongland | 1 (1966*) | & —
|
& —
|
1 (1990) | 2 | 1 | 1 |
Spania | 1 (2010) | & —
|
& —
|
1 (1950) | 2 | 1 | 1 |
Niðurlond | & —
|
3 (1974, 1978, 2010) | 1 (2014) | 1 (1998) | 5 | 4 | 3 |
Kekkoslovakia# | & —
|
2 (1934, 1962) | & —
|
& —
|
2 | 2 | 2 |
Ungarn | & —
|
2 (1938, 1954) | & —
|
& —
|
2 | 2 | 2 |
Svøríki | & —
|
1 (1958*) | 2 (1950, 1994) | 1 (1938) | 4 | 3 | 1 |
Pólland | & —
|
& —
|
2 (1974, 1982) | & —
|
2 | 2 | & —
|
Eysturríki | & —
|
& —
|
1 (1954) | 1 (1934) | 2 | 1 | & —
|
Portugal | & —
|
& —
|
1 (1966) | 1 (2006) | 2 | 1 | & —
|
USA | & —
|
& —
|
1 (1930) | & —
|
1 | 1 | & —
|
Kili | & —
|
& —
|
1 (1962*) | & —
|
1 | 1 | & —
|
Kroatia | & —
|
& —
|
1 (1998) | & —
|
1 | 1 | & —
|
Turkaland | & —
|
& —
|
1 (2002) | & —
|
1 | 1 | & —
|
Jugoslavia# | & —
|
& —
|
& —
|
2 (1930, 1962) | 2 | & —
| & —
|
Sovjetsamveldið# | & —
|
& —
|
& —
|
1 (1966) | 1 | & —
| & —
|
Belgia | & —
|
& —
|
& —
|
1 (1986) | 1 | & —
| & —
|
Bulgaria | & —
|
& —
|
& —
|
1 (1994) | 1 | & —
| & —
|
Korea Republic | & —
|
& —
|
& —
|
1 (2002*) | 1 | & —
| & —
|
Hesir hava skotið tey flestu málini til HM kappingar í fótbólti gjøgnum allar tíðir frá 1930 - 2014 (frá tíggju málum og fleiri):
Mál | Málskjútti |
---|---|
16 | Miroslav Klose |
15 | Ronaldo |
14 | Gerd Müller |
13 | Just Fontaine |
12 | Pelé |
11 | Jürgen Klinsmann, Sándor Kocsis |
10 | Gabriel Batistuta, Teófilo Cubillas, Grzegorz Lato, Gary Lineker, Helmut Rahn, Thomas Müller |
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.