Guglielmo Marconi
From Wikipedia, the free encyclopedia
Guglielmo Marconi (føddur 25. apríl 1874 í Bologna, deyður 20. juli 1937 í Róm) var italskur alisfrøðingur og verkfrøðingur.[1][2]
Marconi var ein av undangongumonnunum innan tráðleysa fjarskiftið og fartøknið. Hann verður roknaður at hava uppfunnið (saman við øðrum) tráðleysa fjarritaran og útvarpstólið.
Í 1909 fekk hann, saman við Karl Ferdinand Braun Nobelvirðislønina í alisfrøði.[3]