![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/0/07/Flag_of_Guam.svg/langfo-640px-Flag_of_Guam.svg.png&w=640&q=50)
Guam
From Wikipedia, the free encyclopedia
Guam (chamorro: Guåhan, enskt: Territory Of Guam) er eitt amerikanskt hjáland í Osiania. Hon er størsta oyggin í Mikronesia. Guam er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Marianoyggjar í Mikronesia. Guam hevur umleið 160 túsund íbúgvar. Hagåtña er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Dededo. Guam er 545 km², í 2014 var fólkatalið á oynni 161 000. Hon er nakað størri enn Streymoy, sum er 373,5 km². Í Guam er fólkatættleikin uml. 320 fólk fyri hvønn km², og í Streymoynna uml. 60 fólk fyri hvønn km². BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 28,700. Eddie Calvo (føddur 29. august 1961 í Tamuning, Guam) er guvernørur [1]. Hann umboðar republikanararnar. Guam eru limir í Compact of Free Association við Sambandsríki Amerika.
| |||
Tjóðarslagorð: "Where America's Day Begins" | |||
Tjóðsangur: Fanohge Chamoru | |||
![]() | |||
Alment mál | Enskt, Chamorro | ||
Høvuðsstaður | Hagåtña | ||
Forseti | Joe Biden | ||
Guvernørur | Lou Leon Guerrero (D) | ||
Fullveldi | Onki1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
545 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
161 001 320/km² | ||
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari (USD) | ||
Tíðarøki | UTC +10 | ||
Økisnavn á alnetinum | .gu | ||
Telefonkota | +1 671 | ||
1Guam hevur sjálvstýri, men er undir amerikonskum yvirræði. |
Tá ið Spania tapti í Spanska-amerikanska kríggi ímóti USA í 1898, máttu teir selja Guam til USA 11. august 1898. Frá 1668 og í 320 ár var Guam undir sponskum ræði. Japanska hersetingin í Guam vardi frá 8. desember 1941 til 21. juli 1944 undir Seinna heimsbardaga. Tað verður nú arbeitt við og tosa um, um Guam skal vera ein sjálvstøðug statur í USA saman við Norðaru Marianaoyggjum.[2]
Oyggin er millum annað nevnd í sanginum Where America's Day Begins, sum eisini er tjóðarslagorðið hjá Guam. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum. Sum partur av amerikansku umboðanini hava Guam ein sessur í Umboðsmannatinginum í Washington DC, ið er samstarvið millum fólkavaldu tingini (sambandstingið) í USA.