![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/f/f8/Global_Temperature_Anomaly.svg/langfo-640px-Global_Temperature_Anomaly.svg.png&w=640&q=50)
Globala upphitingin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Global upphitingin er tað, ið man nevnir ta observeraðu upphitingina av jarðarinnar lægru atmosferu og havi síðan 1950-árini umframt tað spádda framhaldið av hesum. í 20. øld vaks tann globali miðalhitin við 0,74 ± 0,18 °C.[1] Sambært eitt nú klimapanelinum hjá ST, IPCC, kemur upphitingin mest sannlíkt av, at menniskju nýta ov nógv vakstrarhúsgass.[1] Hildið verður eisini, at ikki-menniskjaligir faktorar, so sum variasjónir av sólaraktiviteti og vulkanútbrot, hava ávirkað til eitt sindur kaldari síðan ár 1950.[2]
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/f/f8/Global_Temperature_Anomaly.svg/640px-Global_Temperature_Anomaly.svg.png)
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/88/Change_in_Average_Temperature.svg/640px-Change_in_Average_Temperature.svg.png)
Kjakið um eina antropogena upphiting, tað vil siga eina upphiting, ið menniskjan hevur elvt til, hevur vakt stóran ans síðan 1990-árini. Í fleiri førum hava heimsins leiðarar hittst, fyri at taka avgerð um hvussu útlátið av vakstrarhúsgassum kann avmarkast, eitt nú hittust teir og samdust um Kyotosáttmálan í 1997 og hittust á veðurlagsráðstevnu Sameindu Tjóða í Keypmannahavn 2009.