![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/7/78/Map_by_nicolo_zeno_1558.jpg/640px-Map_by_nicolo_zeno_1558.jpg&w=640&q=50)
Frisland
From Wikipedia, the free encyclopedia
Frisland, eisini kallað Frischlant, Friesland, Freezeland, Frislandia ella Fixland, er ein oyggj, sum var at síggja á flest øllum kortum av norðuratlashavinum frá uml 1560 til 1660. Tað varð hildið at liggja sunnanfyri Ísland, vestanfyri Føroyar.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/7/78/Map_by_nicolo_zeno_1558.jpg/640px-Map_by_nicolo_zeno_1558.jpg)
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/87/Sk%C3%A1lholt-Karte.png/320px-Sk%C3%A1lholt-Karte.png)
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/e/e4/Frisland_Mercator.jpg/320px-Frisland_Mercator.jpg)
Frá 1560 og fram til 1800 talið, vóru tað fleiri, ið leitaðu eftir Frislandi. Í hesum samanhangi vóru lond sum Ísland, Skotland, Suðurgrønland og Føroyar hildin at verða Frisland, hóast tey øll vóru at síggja á flestu av teimum somu kortunum. Tó sæst Føroyar ikki á kortinum hjá Nicolo Zeno frá 1558, har sæst Friesland sunnanfyri Ísland, á leið har ið Føroyar eru. Summir granskarar hava havt tað ástøði, at Friesland á kortinum var Suðuroy, har ið sagnir jú eisini siga frá at frísar búðu, teir søgdust búgva í Akrabergi, eystanfyri Sumba.[1] Sumbingar kvøða Frísakvæðið, sum Poul F. Joensen hevur yrkt útfrá søgnini.[2] Frá gomlum tíðum hevur eisini Frísa vísa verið kend ogkvøðin í Føroyum.[3]
Frisland hevði nágreiniligar lýsingar av bæði íbúgvunum, ið skuldu eitast fyri at búgva har, og av staðarnøvnum í landinum. Bæði útsjónd og hvat teir tókust við, var væl lýst.[4]