From Wikipedia, the free encyclopedia
Evropeisku leikirnir er ein altjóða fleiríttróttastevna fyri ítróttafólk úr øllum Evropa, ið eftir ætlan skal haldast fyri fyrstu ferð á sumri 2015. Leikirnir eru upprættaðir eftir hugskoti frá og skulu stjórnast av Evropeisku Olympisku Nevndunum (European Olympic Committees - EOC), ið kunngjørdi leikirnir á teirra 41. aðalfundi í Rom hin 8. desember 2012.[1] Evropeisku leikirnir 2015, ið verða teir fystu leikirnir, verða hildnir í Baku, Aserbadsjan, í juni 2015 og síðan fjórða hvørt ár. Tjúgu ítróttagreinir eru higartil váttaðar til 2015 leikirnir, eftir væleydnaðar samráðingar við evropeisku myndugleikarnar fyri svimjing, fimleik og frælsan ítrótt.
Evropeisku leikirnir | |
---|---|
| |
Leikir | |
| |
Ítróttagreinir | |
| |
Felagsskapir | |
|
Føroyar sleppa ikki at luttaka undir egnum flaggi til Evropeisku leikirnir og sleppa í løtuni bert at luttaka innan svimjing fyri ung undir LEN flagginum, men annars vera svimjararnir í LEN-høpi skrásettir sum Føroyar. Fimm ungir føroyskir svimjarar sleppa at luttaka á fyrstu Evropeisku leikunum, tey eru: Marius Ihlen Gardshodn, Ásbjørg Hjelm, Signhild Joensen, Maria Bjarnastein Antoft og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard.[2]
Kappingar verða hildnar í hesam ítróttagreinum á teimum fyrstu Evropeisku leikunum í Baku í 2015.[3][4]
|
|
|
Útgáva | Ár | Vertsbýur | Vertsland | Byrjunardagur | Endadagur | Ítróttargreinar | Kappingar | Lond | Ítróttafólk | Høvuðsleikvøllur | Kelda |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
I | 2015 | Baku | Aserbadjan | 12. juni | 28. juni | 20 | 253 | 50 | 5 898 | Baku National Stadium | [5] |
II | 2019 | Minsk | Hvítarussland | 21. juni | 30. juni | 15 | 198 | 50 | 4 023 | Rights/292/Articles|title=Netherlands Secure 2019 European Games - On the Scene|author= |date=16 May 2015|accessdate=16 May 2015|work=Around the Rings}}</ref> | |
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.