![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/5/5f/Lab_bench.jpg/640px-Lab_bench.jpg&w=640&q=50)
Evnafrøði
From Wikipedia, the free encyclopedia
Evnafrøði ella kemi er læran um eginleikarnar hjá evnum, lívrunnum sum ólívrunnum, og hvussu tey samspæla við onnur lívrunnin og ólívrunnin evni. Av tí at evni, sum eru ymiskar samansetingar av atomum, eru so fjølbroytt, so granska evnafrøðingar ofta, hvussu atom av ymiskum frumevnum samspæla og soleiðis skapað mýl, og eisini hvussu ymisk mýl samspæla sínamillum. Evnafrøði verður ofta kallað tann miðsavnandi vísindin, av tí at hon knýtir aðrar vísindagreinir saman. Evnafrøðingar kunnu við evnisandgerðum gera t.d. heilivág, plast, litir og mangt annað, sum vit brúka dagliga. Teir kanna, hvat er í evnunum, og hvussu ið nýggj evni kunnu verða gjørd. Umleið fimm mió. evni eru til. Vit brúka dagliga umleið 35 000 evni, sum eru gjørd úr einfaldum evnum - frumevnunum. Áðrenn evnafrøðin gjørdist vísindi, hildu fólk, at til vóru bara fýra frumevni: mold, eldur, luft og vatn. Nú vita vit, at 98[1] frumevni eru í náttúruni. Eisini kunnu nøkur fá (30 higartil[2]) verða gjørd í starvsstovum. Vanligasta frumevnið í alheiminum er vatnsevni hydrogen (H2). Tað er mesta tilfarið í stjørnunum. Egyptar vóru fyrstu evnafrøðingarnir. Evnafrøði eitur eisini kemi. Tað kemur av chem, ið merkir svørt mold. Soleiðis æt gamla Egyptaland. Nútíðar evnafrøði tók seg upp við fraklendinginum Antoine-Laurent de Lavoisier (1743-1794), sum var fyrstur at gera ástøði um andgerðir. Hetta var um 1790. Enski vísindamaðurin John Dalton (1766-1844) vísti í 1808 á, at evnabindingar eru samanrunnin frumevnisatom. Russarin Dmitri Ivanovich Mendeleev setti í 1871 frumevni í skeiðbundna skipan, sum vísir, hvussu ið tey líkjast í evnafrøðiligum eginleikum.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/5/5f/Lab_bench.jpg/640px-Lab_bench.jpg)
Fyrr í tíðini søgdu granskarar, at fýra grundlutirnir eldur, jørð, vatn og luft vóru grundarlagið undir øllum heiminum. Nú á døgum siga vit, at allur heimurin er bygdur úr uml. 100 frumevnum og bindingum teirra millum. Evnafrøði er, sum navnið sigur, læran um øll hesi frumevni. Evnafrøðilig gransking er fyritreytin fyri nógvum av teimum hentu evnunum, sum vit brúka hvønn einasta dag, til dømis plasti. Sama er við øllum tí heilivági, sum er til taks nú á døgum. Í evnafrøðini verða atomini skrivað í stytting. Vatn hevur evnafrøðiliga formilin H2O. Tað sigur okkum, at vatnmýli eru tvey vatnevnisatom (H er stytting fyri hydrogen) og eitt súrevnisatom (O er stytting fyri oxygen). Vatn hevur evnafrøðiliga formilin H2O, ið merkir, at eitt vatnmýl er samansett av tveimum hydrogenatomum og einum oxygenatomi.