East Riding of Yorkshire
From Wikipedia, the free encyclopedia
East Riding of Yorkshire (stytt East Riding ella East Yorkshire) er eitt greivadømi (county), sum liggur í norðara parti av Onglandi. Greivadømið er ein partur av stórøkinum Yorkshire og Humber.
Móti norðri og vestri hevur greivadømið mark til North Yorkshire og South Yorkshire Sunnanfyri liggur Lincolnshire.
Í 2019 búðu uml. 600 túsund fólk í greivadøminum, sum er 2.479 ferkilometrar til víddar.[1] Miðdepilin (county town) er í Beverley og størstu býir eru Kingston upon Hull, Bridlington og Beverley.