EM í fótbólti fyri kvinnur 2017
From Wikipedia, the free encyclopedia
Evropameistaraskapurin í fótbólti fyri kvinnur 2017 var tað 12. EM í fótbólti fyri kvinnur, ið er fyriskipað av UEFA. Kappingin varð hildin í Niðurlondum frá 16. juli til 6. august 2017. Dystirnir vórðu býttir millum sjey stadion í býunum Utrecht, Doetinchem, Rotterdam, Breda, Tilburg, Deventer og Enschede. Á fyrsta sinni luttóku 16 lið, ið vóru fýra lið fleiri enn í undanfarnum kappingum, tað varð avgjørt av UEFA í desember 2011. Holland vann evropameistaraskapin, tá liðið vann 4-2 móti Danmark í finaluni.
Skjót fakta Europees kampioenschap voetbal vrouwen 2017, Um kappingina ...
Europees kampioenschap voetbal vrouwen 2017 | |
---|---|
Um kappingina | |
Vertsland |
![]() |
Dagfestingar | 16. juli – 6. august 2017 |
Lið | 16 (úr 1 samgongu) |
Stadion | 7 (í 7 vertsbýum) |
Endaliga støðan | |
Meistarar |
![]() |
Nummar tvey |
![]() |
Hagtøl um kappingina | |
Dystir leiktir | 31 |
Mál skotin | 68 (2.19 per dyst) |
Áskoðarar | 247.041 (7.969 per dyst) |
Toppskorari(ar) |
![]() |
Besti leikari |
![]() |
← 2013 2021 → |
Lat aftur