Dubai
From Wikipedia, the free encyclopedia
Dubai (/duːˈbaɪ/; Arabiskt: دبي Dubayy, Gulf-úttala: [dʊˈbɑj]) er tann fólkaríkasti býurin í Sameindu Emirríkjunum á Arabisku hálvoynni.[4] Býurin liggur á landsynningsstrondini við Persiska flógvan og er eitt av teimum 7 emiratunum í landinum. Abu Dhabi og Dubai eru tey einastu emiratini, ið hava vetarætt móti týdningarmiklum málum í tjóðartinginum.[5] Býurin Dubai liggur á norðaru strondini og er tann ovasti parturin av Dubai-Sharjah-Ajman stórbýarøkinum. Dubai hevur mark móti emiratið Abu Dhabi í vestri og suðri, emiratið Sharjah í landnyrðingi og móti Oman í landsynningi. Emiratið Dubai fevnir um 3 900 km² og hevur umleið 1,6 milliónir íbúgvar (2008), harav tey allarflestu - umleið 1,4 milliónir – búgva í býnum Dubai. Umleið 3/4 av íbúgvunum eru menn, tað er orsakað av tí stóra talinum av útlendskum arbeiðsmonnum í býnum. Dubai hevur ikki so strangar lógir viðvíkjandi vesturlendskum livimáta enn hini emirríkini, t.d. er tað søla av rúsdrekka loyvd á hotellunum og í rúsdrekkahandlum.
Dubai دبي | |
---|---|
Metropolis | |
Dubai | |
Staðseting av Dubai í Sameindu Emirríkjunum | |
Coordinates: 24°57′N 55°20′E | |
Býur | Sameindu Emirríkini |
Emirat | Dubai |
Stovnað av | Ubaid bin Saeed and Maktum bin Butti Al Maktoum |
Sæti | Dubai |
Subdivisions |
Towns and villages
|
Stjórn | |
• Slag | Constitutional monarchy[1] |
• Emir | Mohammed bin Rashid Al Maktoum |
• Krúnprinsur | Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum |
Øki[2] | |
• Tilsamans | 4.114 km2 (Bad rounding here1,600 sq mi) |
Fólkatal (1. januar 2013) | |
• Tilsamans | 2.106.177 |
Tíðasona | UAE Standard Time (UTC+4) |
GDP | US$ 82,9 milliard, PPP[3] |
GDP per íbúgva | US$ 24,866,PPP[3] |
Heimasíða |
Dubai Emiratið Dubai Kommuna Dubai Ferðavinna |
Dubai verður vertur fyri World Expo 2020.[6]