![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/66/De_La_Soul_Demon_Days_Live_crop.jpg/640px-De_La_Soul_Demon_Days_Live_crop.jpg&w=640&q=50)
De La Soul
From Wikipedia, the free encyclopedia
De La Soul er ein amerikanskur hip hop bólkur, stovnaður í 1987 í Long Island, New York. Í bólkinum eru tríggjir tónleikarar; Kelvin Mercer (Plug One/Posdnuos), rappari, David Jolicoeur (Plug Two/Trugoy), rappari, Vincent Mason (Plug Three/Mase), DJ, rappari.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/66/De_La_Soul_Demon_Days_Live_crop.jpg/640px-De_La_Soul_Demon_Days_Live_crop.jpg)
Bólkurin gjørdist kendur í 1989, tá teir góvu teirra fyrstu fløgu út, "3 Feet High and Rising". Paul Huston (Prince Paul), sum seinni stovnaði horrorcore bólkin Gravediggaz, framleiddi fløguna. Hon var væl umtókt,[1] sjálvt um hon ikki innihelt vanlig elimentir í rappi, so sum vápn, vold og banniorð. Temaðið hjá fløguni var ein sjónvarps spurnarkapping. Teir tosaðu bæði um stoffir, samlegu, fátækadømi, og enntá summardáar og sveittalukt.[2] Summi kallaðu fløguna framtíðin hjá hip hoppi[3] og summi kallaðu teir 'hippi-rapparar' [4], grundað á blóminum á fløguhaldaranum. Teir vildu ikki vera kendir sum hippiar [5] og settu steðg á hesum við at útgeva fløguna "De La Soul is Dead" í 1991, har fløguhylstrið var ein mynd av einum brotnum urtapotti.
Eisini eru teir kendir fyri teirra luttøku í sanginum "Feel Good Inc" hjá Gorillaz, sum teir vunnu eina Grammy fyri.[6] Eisini eru teir í bólkinum Native Tongues saman við The Jungle Brothers, A Tribe Called Quest, Black Sheep, Queen Latifah og fleiri øðrum.[7] Saman við limum í Native Tongues gjørdu teir væl kenda sangin "Buddy", sum er á 3 Feet High and Rising.