William Martin "Billy" Joel, føddur 9. mai 1949, er ein amerikanskur tónleikari, singer-songwriter og tónaskáld. Hann er mest kendur fyri sangin "Piano Man" frá 1973, og hevur havt topp 40 sangir í 1970-árunum, 1980-árunum og 1990-árunum. Fløga hansara Greatest Hits Vol 1 & 2 er ein av best seljandi fløgunum í USA nakrantíð. Eisini hevur hann verið sætti best seljandi tónleikari í heiminum, og triðbesti seljandi tónleikari í USA.[4]
Billy Joel | |
---|---|
Billy Joel í 2009. | |
Bakgrundskunning | |
Føðinavn | William Martin Joel[1] |
Fødd/ur |
Bronx, New York, USA. | mai 9, 1949
Uppruni | Hicksville New York, USA. |
Sjangrur | Rokktónleikur[2] |
Størv | Tónleikari, Singer-songwriter, Tónaskald |
Ljóðføri | Sangur, Klaver, Gittari, Harmonika |
Ár virkin | 1965–nú |
Plátufeløg | Columbia Record, Family Productions, Sony Classical |
Luttøka við øðrum | The Echoes, Hassles, Attila, Billy Joel Band |
Heimasíða | billyjoel.com |
Týðandi ljóðføri | |
Steinway Grand Piano,[3] Hammond organ, Baldwin Piano, Gibson Les Paul gittari, Gibson Les Paul Junior gittari, Minimoog |
Hann hevur verið tilnevndur til Grammy-virðisløn 23 ferðir og vunnið seks ferðir. Billy var innlimaður inn í Songwriters Hall of Fame í 1992, Rock and Roll Hall of Fame í 1999, og the Long Island Music Hall of Fame í 2006. Í 2013 tók hann ímóti Kennedy Center Honors, ið er hægsti heiður eitt listafólk kann fáa í USA.
Billy Joel gavst, við fáum undantøkum at útgeva tónleik í 1993, men framførir framvegis løg síni á tónleikaferðum í USA og kring heimin.
Samstarv við Disney
Í 1988 lánti Billy Joel rødd sína til animeraða hundin Dodger í Disney filminum Oliver and Company. Har sang hann eisini opnunarsangin í filminum, ið kallaðist "Why Should I Worry".
Diskografi
- Studio útgávur
- Cold Spring Harbor (1971)
- Piano Man (1973)
- Streetlife Serenade (1974)
- Turnstiles (1976)
- The Stranger (1977)
- 52nd Street (1978)
- Glass Houses (1980)
- The Nylon Curtain (1982)
- An Innocent Man (1983)
- The Bridge (1986)
- Storm Front (1989)
- River of Dreams (1993)
- Fantasies & Delusions (2001), klassiskur tónleikur
Keldur
Wikiwand in your browser!
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.