![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/82/Mali_map.png/640px-Mali_map.png&w=640&q=50)
Bamako hotel álopið í 2015
From Wikipedia, the free encyclopedia
Bamako hotel álopið í 2015 fór fram hin 20. november 2015 og var eitt yvirgangsálop við hópskjótingum og gíslatøku av umleið 170 fólkum á Radisson Blu hotellinum í Bamako, ið er høvuðsstaður og størsti býur í Mali.[6][7] 19 fólk vórðu dripin[8] áðrenn serdeildir frá herinum stormaðu bygningin og bjargaðu teir gíslar ið enn vóru á lívi.[9][10] Al-Mourabitoun átók sær ábyrgdina fyri álopinum á Twitter, meðan álopið fór fram.[8][11] Sambært yvirgangfelagsskapinum Al-Mourabitoun varð álopið framt í samstarvi við Al-Qaeda í islamiska Maghreb; ein Al Qaeda limur, ið noktaði at siga sítt navn, váttaði, at teir báðir bólkarnir høvdu framt álopið í felag.[12]
Skjót fakta Staður, Koordinatar ...
Bamako hotel álopið í 2015 | |
---|---|
![]() Bamako á korti yvir í Mali | |
Staður | Bamako, Mali |
Koordinatar | 12.6352°N 8.0308°W / 12.6352; -8.0308 |
Dato | 20. november 2015 (UTC) |
Slag av álopi | Hópskjóting, gíslatøka av umleið 170 fólkum |
Vápn | AK-47 riflur, granatir |
Deyð | 19 |
Ikki-deyðiliga særd | 7[1] og í minsta lagi tveir menn frá Servandum deildum hjá Mali.[2][3][3][4][5] |
Álopsfólk |
Al-Mourabitoun Al-Qaeda í islamiska Maghreb |
Lat aftur