Bali
From Wikipedia, the free encyclopedia
Bali ([á indonesiskum: Pulau Bali, Provinsi Bali) er ein oyggj og landslutur í Indonesia. Í landslutinum eru oyggin Bali og nakrar aðrar smærri grannaoyggjar, har tær kendastu eru Nusa Penida, Nusa Lembongan og Nusa Ceningan. Bali liggur longst móti vestri av oyggjabólkinum Lesser Sunda Islands, millum Java har vesturi og Lombok har eysturi. Høvuðsstaðurin, Denpasar, liggur í syðra parti av oynni.
Bali | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Landslutur | ||||||||||
Frá ovast vinstru til høgru: Sólsetur yvir Amed strond við Mount Agung í baksýni, Garuda Wisnu Kencana standmyndin, Tanah Lot templið, útsýnið av toppinum á Besakih Templinum, kavan kring Pemuteran, sólsetur við Kuta Beach, og ymiskt siðbundi virksemi hjá balinesiska fólkinum | ||||||||||
| ||||||||||
Kelinavn: Pulau Dewata (Guds oyggj), Gudanna oyggj, Friðaroyggin, Heimsins morgun, Hinduismunnar oyggj, Kærleiksoyggin[1] | ||||||||||
Motto: Bali Dwipa Jaya (Balinesiskt) (merkir: Glæsiliga Bali) | ||||||||||
Staðseting av Bali í Indonesia (víst við grønum) | ||||||||||
Land | Indonesia | |||||||||
Høvuðsstaður | Denpasar | |||||||||
Stjórn | ||||||||||
• Guvernørur | I Made Mangku Pastika (PD) | |||||||||
• Varaguvernørur | I Ketut Sudikerta | |||||||||
Øki | ||||||||||
• Tilsamans | 5.780 km2 (Bad rounding here2,200 sq mi) | |||||||||
Fólkatal (2014) | ||||||||||
• Tilsamans | 4.225.384 | |||||||||
• Tættleiki | 730/km2 (1,900/sq mi) | |||||||||
Fólkafrøði | ||||||||||
• Etniskir bólkar | Balinesarar (90%), Javanesarar (7%), Baliaga (1%), Maduresar (1%)[2] | |||||||||
• Átrúnaður | Hindu (83,5%), muslimar (13,4%), kristin (2,5%), buddhistar (0,5%)[3] | |||||||||
• Mál | Indonesiskt (alment), balinesiskt, balinesiskt malay | |||||||||
Tíðasona | WITA (UTC+08) | |||||||||
Akfar skráseting | DK | |||||||||
HDI | 0.724 (High) | |||||||||
HDI nr. | 5. av 34 (2014) landslutur í Indonesia | |||||||||
Heimasíða | www.baliprov.go.id |
Lokalt navn: Pulau Bali | |
---|---|
Bali Island, Indonesia | |
Jarðfrøði | |
Oyggjabólkur | Lesser Sunda Islands |
Vídd | 5.636 km2 (2.176 sq mi)[4] |
Longd | 145 km (90,1 mi) |
Breidd | 80 km (50 mi) |
Hægsta upphevjan | 3,148 m (10,328 ft) |
Hægsta punkt | Mount Agung |
Land | |
Indonesia | |
Landslutur | Bali |
Størsta búpláss | Denpasar (pop. 834.881) |
Fólkafrøði | |
Etniskir bólkar | Balinesarir, javafólk, sasak |
Fólkatalið var 3.890.757 í fólkateljingini í 2010,[5] og 4.225.000 pr. januar 2014,[6] á oynni býr størstiparturin av hinduistiska minnilutanum í Indonesia. Sambært fólkateljingini 2010 vóru 83,5% av íbúgvunum á Bali balinesiskir hinduar,[3] harnæst vóru 13,4% muslimar, 2,5% vóru kristin og 0,5% buddhistar.[7]
Bali er eitt vælumtókt ferðamál, og ferðavinnan er økt síðan 1980-árini.[8] Oyggin er kend fyri framkomna list, eitt nú bæði siðbundnan og nútíðar dans, skurðmyndalist, málningalist, leður og tónleik. Indonesian International Film Festival verður hildin hvørt ár á Bali. Í mars 2017 nevndi TripAdvisor oynna sum heimsins høvuðsferðavinnumál í teirra Traveler's choice award.[9]
Bali er partur av Coral Triangle, ið er øki við tí hægsta lívfjølbroytni í havumhvørvinum.[10] Bara í hesum økinum eru yvir 500 sløg av koralldýrum. Til samanberingar er hetta meira enn sjey ferðir so nógv sum í øllum Vesturindisku oyggjunum.[11]
Bali var vertur fyri ASEAN Summit 2011, APEC 2013 og Miss World 2013. Bali er heimstaður fyri Subak Irrigation System, ið er ein UNESCO heimsarvur.[12]