![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/9/97/B.B._King_in_2009.jpg/640px-B.B._King_in_2009.jpg&w=640&q=50)
B.B. King
From Wikipedia, the free encyclopedia
Riley B. "B.B." King (føddur 16. september 1925 , deyður 14. mai 2015) var ein amerikanskur blues sangari, sangskrivari, tónleikari, plátuframleiðari og sjónleikari.
B.B. King | |
---|---|
![]() King á North Sea Jazz Festival í 2009. | |
Bakgrundskunning | |
Føðinavn | Riley B. King |
Fødd/ur |
(1925-09-16)16. september 1925 Berclair, Mississippi, USA |
Uppruni | Memphis, Tennessee, USA |
Andaðist |
14. mai 2015(2015-05-14) (aldur 89) Las Vegas, Nevada, USA |
Sjangrur |
|
Størv |
|
Ljóðføri |
|
Ár virkin | 1948–2015 |
Plátufeløg |
|
Luttøka við øðrum |
|
Heimasíða | bbking.com |
Týðandi ljóðføri | |
Gibson ES-355 ("Lucille") |
Rolling Stone setti King sum nummar 6 á teirra lista í 2011 yvir 100 bestu gittarleikarar allar tíðir.[2] King innførdi ein framkomnan stíl av solospæli við støði í flótandi string bending og shimmering vibrato ið seinni hevur ávirkað nógvar elektriskir blues gittarleikarar.[3] King gjørdist partur av Rock and Roll Hall of Fame í 1987 og verður mettur at vera ein av teimum mest ávirkandi blues tónleikarum allar tíðir, hann fekk eisini kelinavnið "The King of the Blues", og ein av teimum "Three Kings of the Blues Guitar" saman við Albert og Freddie.[4][5][6] King var kendur fyri at framføra uttan at gerast troyttur gjøgnum alla tónleikayrkisleið sína, hann framførdi á meira enn 200 konsertum um árið í meðal til hann var komin upp í 70-árini. Í 1956 luttók hann í 342 framførslum.[7]
King andaðist 89 ára gamal í Las Vegas, Nevada hin 14. mai 2015 orsakað av fylgdarsjúkum til Alzheimers sjúku umframt hjartasvík og fylgdarsjúkum til sukursjúku.[8]