From Wikipedia, the free encyclopedia
Arnold Schwarzenegger (føddur 30. juli 1947 í Thal í Styria, Eysturríki) var guvernørur í statinum Kalifornia í USA. Í 1980’unum og 90’unum var Schwarzenegger ein av teimum kendastu sjónleikarunum í heiminum. Hann var kendur fyri sínar væl umtóktu actionfilmar, sum til dømis “Terminator 2” og “Predator”. Hann gavst, tá hann gjørdist guvernørur í Kalifornia í 2003, men í 2012 byrjaði hann aftur sum sjónleikari við filminum “The Expendables 2”. “The Last Stand” í 2013 er hansara fyrsti høvuðsleiklutur í 10 ár. Fyri 2 ári síðani (í 2011) bleiv hann skildur frá konuni, Mariu Schiver, eftir at hann hevði viðgingið, at hann átti eitt barn við húshjálpini [1][2].
Arnold Schwarzenegger | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 30. jul 1947 í/á Thal |
Alma mater | Santa Monica College, University of Wisconsin-Superior, University of California, Los Angeles, Ludwig Maximilian University of Munich |
Starv | sjónleikari, politikari, filmframleiðari, filmsleikari, filmsleikstjóri, matstovueigari, hermaður, íverksetari, kropsbyggjari, sjálvævisøguhøvundur, vinnulívsfólk, ognarseljari, powerlifter, director, producer |
Politiskur flokkur | Republikanski Flokkurin |
Trúgv | Katolisisma |
Børn | Katherine Schwarzenegger, Patrick Schwarzenegger, Joseph Baena, Christina Schwarzenegger, Christopher Schwarzenegger |
Foreldur | móðir Aurelia Schwarzenegger faðir Gustav Schwarzenegger |
Mál | Týskt mál, Enskt mál, Austrian German |
Undirskrift | |
Heimasíða | https://www.schwarzenegger.com/ |
Dátuheiti | |
ISNI | 000000012136715X |
VIAF | 64196027 |
LCAuth | n79085101 |
IMDB | nm0000216 |
Commons | Arnold Schwarzenegger |
Schwarzenegger varð heimskendur sum actionstjørna í filminum "Terminator" frá ’84. Í ’91 fylgdi hann hesum filminum upp við "Terminator 2: Judgement Day" og í ´03 kom seinasti filmurin, "Terminator 3: Rise of the Machines", sum hann spældi við í. Eftir hetta varð sjónleikarin valdur til guvernør í Kalifornia og hann segði tí fyribils farvæl við Hollywoodheimin.
CBS News vil vera við, at Arnold Schwarzenegger er ein av teimum mongu, sum er ímóti nýggju lóggávuni í Arizona í 2010, sum krevur, at innflytarar skulu hava pappír á sær, sum prógva, at teir hava loyvi til at búgva í USA.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.