Amerikanskur bisonur
From Wikipedia, the free encyclopedia
Amerikanskur visundur ella Amerikanskur bisonur (amerikanskt enskt: Buffalo, frøðiheiti: Bison bison) er eitt grasetandi jóturdýr ið upprunaliga livdi í stórum flokkum á amerikansku preriunum í USA og í Kanada. Núlivandi stovnurin er lítil, men í vøkstri. Fyrr reikaðu visundar í milliónatali í ovurstórum fylgjum á grasfløtunum í t.d. Wyoming og Nebraska. Men fyri einum hundrað árum síðan høvdu niðursetumenn dripið so nógvar, at bara einir 500 vóru eftir á lívi. Nú eru einir 550.000 visundar í náttúrufriðøkjum. [1] Stór fylgi av bisonoksum ganga eisini trygt á biti í Wyoming og Montana. Í Yellowstone National Park liva bæði bisonoksar, úlvar, fjalla-leyvur, grizzly-bjarnir, elgar og nógv onnur.
Bisonur Amerikanskur bisonur | ||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Varðveitingarstøða | ||||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||||
| ||||||||||||||||||
Um ár 1900 fóru nógvir garðar at ala drápsneyt.
- Útbreiðsluøki hjá bisoni í dag.
- Amerikanskur visundur á Santa Catalina Island í Suðurkalifornia.
- Flaggið hjá Wyoming.
- Búflar eta gras og annað, sum tey svølgja ótungt.