Alexis Tsipras
From Wikipedia, the free encyclopedia
Alexis Tsipras (grikskt: Αλέξης Τσίπρας, føddur 28. juli 1974 í Aten) er grikskur politikari, sum hevur verið forsætisráðharri í Grikkalandi frá 2015 til 2019.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/46/Alexis_Tsipras_2015_%28cropped%29.jpg/250px-Alexis_Tsipras_2015_%28cropped%29.jpg)
Tsipras er útbúgvin byggiverkfrøðingur frá Tekniska Universitetinum í Aten. Hann hevur verið leiðari fyri sosialistiska flokkin Syriza síðan 2012 og hevur verið forsætisráðharri í Grikkalandi frá 26. januar 2015 til 8. juli 2019.[1] Síðan 2019 er hann leiðari hjá andstøðuni í grikska tjóðartinginum.
Eftirmaður hjá Alexis Tsipras sum forsætisráðharri í Grikkalandi gjørdist Kyriakos Mitsotakis.