Alanya
From Wikipedia, the free encyclopedia
Alanya er ein tann best umtókti ferðamannabýurin í Turkalandi. Býurin og upplandið til býin er 1,598.51 km2. Fólkatalið í býnum var 248,286 í 2010, harav búðu 98,627 í sjálvum býnum.[1] Har eru strendur, havnaumhvørvi og ein spennandi býarkjarna. Eystanfyri býin liggur havnin og Keykubat strondin. Vestanfyri liggja Damlatas- og Kleopatrastrendurnar. Ímillum strendurnar liggur eitt lítið fjall við eini borg, ið varð bygd í 1226. Alanya er í nýmótans parturin av Turkalandi. Har eru nógv hotellir og góðar strendur. Strandalinjan í Alanya er 70 km. Alanya liggur út til Miðjarhavið, móti norði eru Taurus fjøllini. Býurin er deildur sundur av einari hálvoyggj. Havnin, miðbýurin og Keykubat strondin, sum eitur eftir Sultan Kayqubad I, eru á eystur síðu á hálvoynni. Damlataş strondin, sum eitur eftir teimum kendu drippandi holunum og Cleopatra strondin eru á vestaru síðu.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/d/dc/Alanya_map.svg/640px-Alanya_map.svg.png)