føroyskur politikari From Wikipedia, the free encyclopedia
Aksel Vilhelmsson Johannesen (føddur 8. november 1972 í Klaksvík) er advokatur og politikari fyri Javnaðarflokkin. Hin 15. september 2015 varð hann valdur til Føroya løgmann.
Løgmaður nr. | 39 |
---|---|
Tíðarskeið | 2015 - 2019 |
Undanmaður | Kaj Leo Holm Johannesen |
Eftirmaður | Bárður á Steig Nielsen |
Føddur/Fødd | 8. november 1972 Klaksvík |
Flokkur | Javnaðarflokkurin |
Hann er útbúgvin cand.jur á universitetinum í Keypmannahavn í 2004, og arbeiddi sum advokatur í Tórshavn frá 2007 til hann gjørdist landsstýrismaður. Hann er fyrrverandi formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann eisini var aktivur fótbóltsleikari.[1]
Aksel V. Johannesen er sonur Vilhelm Johannesen. Hann og kona hansara Katrin Apol eiga trý børn.
Á løgtingsvalinum 2008 varð Aksel Johannesen 1. varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin, og møtti stundum, serliga fyri Andrias Petersen. Hann gjørdist landsstýrismaður í heilsumálum tann 16. juli 2009, tá John Johannessen ikki tók av at verða landsstýrismaður eftir Hans Paula Strøm.[2] Hann fór frá sum landsstýrismaður í heilsumálum og tók við landsstýrismaður í fíggjarmálum 21. februar og gjørdist formaður fyri Javnaðarflokkin tann 5. mars 2011. 6. apríl sama ár varð hann varaløgmaður. Høvuðsuppgávan hjá honum sum formanni var at endurreisa flokkin til næsta løgtingsval. [3] 14. november 2011 skifti landsstýrið, og kom Javnaðarflokkurin ikki í landsstýrið. Aksel Johannesen varð tá formaður á tingi fyri Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin vann Løgtingsvalið 2015 við 25.1% av atkvøðunum. Aksel sjálvur fekk 2.405 persónligar atkvøður, ið var eitt nýtt føroyskt met. Hann breyt harvið metið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmanni, frá 2011 sum var 1967 persónligar atkvøður.[4] 14. september 2015 varð samgonguskjalið undirskrivað, tað vóru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ið skrivaðu undir. Nýggja løgtingið hevur fyrsta fundin 15. september 2015, tá verður stjórnin hjá Aksel V. Johannesen útnevnd.
Hóast Aksel V. Johannesen sjálvur fekk 2327 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum 2019 – hann gjørdist toppskorarin á valinum –, hevði Javnaðarflokkurin við 2,6% størstu afturgongdina av øllum flokkum. Tveir dagar seinni boðaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin frá, at teir ætlaðu at fara undir samgongusamráðingar, tí teir høvdu tilsamans 17 tinglimir.[5]
Aksel V. Johannesen hevur lagt frá sær sum løgmaður týsdagin 3. september 2019. Hann skal tó virka til nýggjur løgmaður er valdur.[6][7]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.