1820 - Ein 80 tons avgustur loypir á og søkkur Essex (eitt hvalaskip frá Nantucket, Massachusetts) 2,000 míl frá vesturstrond Suðuramerika. (Hendingin er partvís íblástur til skaldsøguna Moby Dick hjá Herman Melville frá 1851.)
1945 - Nuremberg rættarhaldini: Rættarhaldini ímóti 24 nazi krígsbrotsmonnum byrja í Týsklandi.
1947 - Elisabet prinsessa giftist Philip Mountbatten, sum gerst greivi av Edinborg, í Westminster Abbey í London.
1962 - Kubanska rakettkreppan: Eftir at Sovjetsamveldið játtar at taka út síni vápn úr Kuba, endar amerikanski forsetin, John F. Kennedy, karantenuna av karabiska landinum.
1977 - Egyptiski forsetin Anwar Sadat gerst fyrsti arabiski leiðarin, ið fer á almenna vitjan til Ísrael. Hann møtir ísraelska forsætisráðharranum Menachem Begin, og talar frammanfyri ísraelska tinginum Knesset í Jerusalem, við vón um varandi friðaravtalu.
1979 - Umleið 200 Sunni muslimar gera uppreistur í Savdiarabia við Kaaba í Mecca, ímeðan pílagrímsferðin stendur yvir. Teir taka umleið 6000 gíslar. Saudiska stjórnin fær hjálp frá pakistansku fregnartænastuni at enda uppreisturin.
1989 - Floyalskollveltingin: Talið á mótmælisfólki í Prag í Kekkia hækkar frá 200.000 dagin fyri til upp ímóti hálvari millión.
1990 - Andrei Chikatilo, ein av mest kendu hópdrápsmonnum Sovjetsamveldisins, verður hondtikin. Hann játtar 56 morð.
1991 - Ein aserbadjonsk tyrla, ið flytur 19 friðarvarðveitandi toymisfólk og blaðfólk ú Russlandi, Kasakstan, og Aserbadsjan, verður skotin niður av armenska herinum í Aserbadsjan .
1992 - Eldur tekur seg upp í Windsor Castle í Onglandi, Slottið tekur stóran skaða, ið verður mettur at kosta 50 milliónir pund.
2015 - Ein gíslatøka í Mali hevur við sær at í minsta lagi 19 fólk lata lív.