2. juli
dagfesting / From Wikipedia, the free encyclopedia
2. juli er dagur 183 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 184 um skotár er). 182 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini Syftunsøka. Hildin til minnis um enska biskupin í Winchester Swinthun, sum doyði ár 862. 15. juli ár 971 varð hann skírdur halgimenni. Dómkirkjan í Stavanger í Norra er vígd honum. Minningardagur hansara er í Stórabretlandi 15. juli, men í Føroyum og Norra er hann tann 2. juli, sum var deyðadagur hansara. Tað er tí helst úr Norra, at syftunsøkudagur er komin higar.
<< | juli 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 |
8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 |
15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 |
22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 |
29 | 30 | 31 | ||||
MMXXIV | ||||||
2. juli er eisini ein gomul Mariumessa, vitjunardagur Mariu, til minnis um at Maria Moy vitjaði skyldkonu sína Elisabeth, móðir Doyparans.