1521 - Martin Luther vil ikki møta í Ríksdegnum í Worms at afturkalla ákærurnar ímóti kirkjuni.
1864 - Preusiskar og eysturríkskar herdeildir leggja á skansarnar við Dybbøl. Eftir at umleið 1700 mans eru falnir og særdir má danski herurin geva seg yvir, og alt Jylland verður hersett.
1906 - Ein jarðskjálvti, sum førir til nógvar eldsbrunar, leggur størsta partin av San Francisco í Kalifornia í oyði. Fleiri enn 1.000 fólk doyggja, og 28.000 hús leggjast í oyði.
1940 - Yrkjarapresturin Kaj Munk mælir í prædiku í Sønderborg til mótstøðu ímóti týska hersetingarvaldinum í Danmark.
2014 - Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali.