From Wikipedia, the free encyclopedia
Péturskirkjan (latín: Basilica Sancti Petri) er dómkirkja pávans í Vatikanríkinum í Róm. Pæturskirkjan er heimsins størsta kirkja. Hon hevur skap sum krossur og er 212 metrar long og 133 metrar høg. Hválvið á Pæturskirkju er stívliga 120 m uppi yvir kirkjugólvinum. Hon varð vígd í 1626. Í 150 ár stóð vakra Pæturskirkjan í gerð. 10 ymsir byggilistafrøðingar vóru uppií, áðrenn liðugt var. Bramante var fyrstur, Michelangelo teknaði tað stórfingna hválvið, og byggilistamaðurin og myndahøggarin Bernini myndaði kirkjuna innan og stásiliga torgið uttanfyri. Í Pæturskirkju eru vøkur listaverk m.a. marmarastandmyndir og brotamyndir á vegginum.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.