1961 - Jurij Gagarin verður fyrsta menniskja út í rúmdini í Vostok 1.
2014 - Pál Joensen vann gull í 1500 m. frí finaluni í Cup Eindhoven. Tíðin hjá Páli var 15.19.20
2014 - Havnamaðurin Martin Berg gjørdist íslendskur meistari í inniróðri. Hann róði í bólkinum tungvekt, og kappaðist á 2000 metrum. Hann kom á mál við tíðini 6.08.5, sum var nýtt íslendskt met. Orsakað av, at Martin Berg hevur íslendskar røtur, verður metið skrásett.
2014 - Durita Jensen vann FM í borðtennis, einmansleiki hjá kvinnum, bert 15 ára gomul. Hon vann finaluna móti Annu Mikkjalsdóttir 3-0, settmunurin var 14-12, 11-6 og 11-4.
2014 - Fróði F. Jensen úr Tvøroyrar Borðtennisfelag vann FM í einmansleiki hjá monnum. Hann vann finaluna móti Peter Niclasen, sum vann FM í 2013. Hann vann dystin 4-2. Settúrslitini vóru hesi: 12-10, 10-12, 8-11, 11-6, 11-8 og 12-10.
2014 - Regin á Rógvi úr Sunda Judofelag vann FM hjá ungum monnum. Hann vann finaluna á Ari Johannesen úr Havnar Judofelag. Petur Sigurd Johannesen úr Sunda Judofelag vann føroyameistaraheitið hjá monnum móti Edvardi Johannesen, úr Sunda Judofelag.
2014 - Nicolaj Gunnarstein vinnur FM í einmansleiki í badminton hjá monnum. Hann vann móti stórabeiggja sínum Benjamin Gunnarstein. Teir búgva niðri í Danmark og eru hálvir føroyingar. Nicolaj vinnur 2-0. Settúrslitini vóru 21-11 og 21-16.
2014 - Rannvá Carlsson er trífaldur føroyameistari triðja árið á rað. Í einmansleikinum spældi hon móti Kristinu Eriksen. Hon vann 2-0 við settúrslitunum 21-10 og 21-9.
2015 - Jákup á Borg setir met við at skora mál nummar 148 í bestu føroysku fótbóltsdeildini, gamla metið á 147 mál átti John Petersen.