føroyskur borðtennisleikari From Wikipedia, the free encyclopedia
Anna Mikkjalsdóttir (fødd 1997) úr Trongisvági er ein føroyskur borðtennisleikari, ið spælir fyri TBF og føroyska borðtennislandsliðið. Hon hevur vunnið føroyameistaraheitið fleiri ferðir, bæði í smágentudeildini[1] unglinga-[2] og vaksnamannadeildini.
Anna vann føroyameistaraheitið í 2011 í smágentudeildini[3] og í 2012 vann hon FM fyri kvinnur, og 2016[4] 2016[5] og silvur í somu kapping í 2014 og 2015.
Í mai 2014 luttóku Anna Mikkjalsdóttir, Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen í HM í Tokyo fyri lið í borðtennis. Tær megnaðu at spæla seg víðari í fyrsta umfari og endaðu sum nummar 77 av 96 luttandi londum, og tað vóru tær nøgdar við.[6]
Frá 16. til 18. mai 2014 var borðtenniskapping hildin í Føroyum, kappingin nevnist Arctic Open og er fyri Føroyar, Ísland og Grønland. Føroyar vann liðkappingina hjá kvinnum í 2014. Árið fyri gjørdust tær nummar fýra, tá luttók úrvalslið úr Jyllandi eisini.[7]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.