Rheinland-Pfalz
From Wikipedia, the free encyclopedia
Rheinland-Pfalz (týskt: Land Rheinland-Pfalz, stytt: RP ella RLP; enskt: Rhineland-Palatinate) er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi.
Skjót fakta Flagg, Skjøldur ...
Rheinland-Pfalz | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Grunddáta | |
Land: | Týskland |
Alment mál: | týskt |
Høvuðsstaður: | Mainz |
Størsti býur: | Mainz |
Stovnað: | 30. august 1946 |
Forsætisráðharri: | Maria Luise Dreyer (SPD) |
Vídd: | 19.854,21 km² |
Íbúgvar (2018): | 4.084.844 |
fyri km²: | |
Tíðarzona: | UTC +1/+2 |
Heimasíða: | www.rlp.de |
Kort yvir Rheinland-Pfalz | |
Lat aftur
Stakríkið, ið liggur langt vesturi í Týsklandi, hevur mark við Belgia og Luksemborg í vestri og við Frakland sunnanfyri. Lutstaturin er meiri enn 19.800 km² til víddar og hevði við árslok 2018 fleiri enn 4 mió íbúgvar.[1][2] Harvið er hann tann 9. størsti í Týsklandi eftir vídd og eftir fólkatali.
Høvuðsstaður og størsti býur í Rheinland-Pfalz er Mainz. Aðrir stórir býir eru Ludwigshafen, Koblenz, Trier, Kaiserslautern, Worms, Neuwied, Neustadt an der Weinstraße og Speyer.