Pittsburgh
From Wikipedia, the free encyclopedia
Pittsburgh er ein amerikanskur býur, ið liggur í útsynningshorni av stakríkinum Pennsylvania, nærhendis markinum við Ohio. Pittsburgh er næststørsti býur í Pennsylvania, og hevði í 2018 umleið 301.000 íbúgvar.[1]
Skjót fakta Skjøldur, Kort ...
Pittsburgh, Pennsylvania | |
---|---|
Skjøldur | Kort |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Stakríki: | Pennsylvania |
Vídd: | 151,11 km² |
Íbúgvar (2018): | 301.048 |
Heimasíða: | pittsburghpa.gov |
Lat aftur
Býurin varð í 1758 uppkallaður eftir William Pitt, ið var bretskur forsætisráðharri.
Pittsburgh liggur við staðið har tvær stórar áir møtast, áin Allegheny og áin Monongahela. Hetta er byrjanin til Ohioánna.