Guðni Th. Jóhannesson
From Wikipedia, the free encyclopedia
Guðni Thorlacius Jóhannesson, føddur 26. juni 1968 í Reykjavík, er íslendskur søgufrøðingur og politikari.[1] Hann er sitandi íslendski forsetin.
Guðni varð valdur við 39,1% av atkvøðunum sum landsins 6. forseti tann 25. juni 2016. Hann tók við embætinum 1. august sama ár.[2][3]
Guðni varð afturvaldur á forsetavalinum seint í juni 2020 við 92,2% av atkvøðunum.[4]