Boulder
From Wikipedia, the free encyclopedia
Boulder er ein býur í amerikanska stakríkinum Colorado. Hann hevði meiri enn 107.000 íbúgvar í 2018.[1]
Býurin liggur við fótin av Klettafjøllum, umleið 40 kilometrar í ein útnyrðing av Denver, ið er høvuðsstaðurin í Colorado.
Boulder er universitetsbýur. Lærdi háskúlin University of Colorado Boulder varð stovnaður í 1876 og er í dag tað størsta universitetið í Colorado. Her eru umleið 17.000 lesandi.