From Wikipedia, the free encyclopedia
Olympisku vetrarleikirnir 2014 (Vetrar-OL 2014), teir 22. (XXII) olympisku vetrarleikirnir, vórðu leiktir í døgunum 7. – 23. februar 2014 í Sotsji í Russlandi. (Nakrar kappingar byrjaðu tó longu 6. februar.) Hetta var fyrstu ferð, at Russland var vertur fyri olympisku vetrarleikunum. Klokkan 16 hin 7. februar vórðu Olympisku vetrarleikirnir 2014 settir á Fisht leikvøllinum í Sotsji. Tað tók eini 10 ár at fyrireika vetrar-OL 2014 og Olympisku leikirnir Sotji vóru teir dýrastu nakrantíð. Kostnaðurin fyri leikirnar liggur um 280 milliardir krónur. Pengarnir vórðu millum annað brúktir til at gera nýggjar leikvallir og skíøki. Eitt annað, sum merkti leikirnar var, at Russlandi stóð fyri skotum á nógvum økjum fram undir OL. Alheims samfelagið legði ábreiðslu á landið, tí at Russland ikki viðurkenti altjóða mannarættindi. OL verður vanliga sett í samband við kynsligt -, trúðar-, nationalt- og etniskt frælsi, men russiskar lógir vóru beinleiðis í stríð við bæði altjóða menniskjarættindi og virði OL.
12 nýggjar kappingar eru góðkendar av IOK og harvið verður tað kappast í 98 heiðursmerkjakappingum innan 15 ítróttargreinar í Sotsji.
|
Tølini í klombrum vísa talið av heiðursmerkjakappingum innanfyri hvørja grein
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.