From Wikipedia, the free encyclopedia
Tarjei Vesaas (føddur 20. august 1897, deyður 15. mars 1970) var ein norskur rithøvundur. Í nærum hálvthundrað ár kom við stuttum millumbili - krígsárini tó undantikin - skaldaverk frá hansara hond, fyrsta í 1923 og seinasta sama árið, hann doyði. Út ímóti 40 verk tilsamans. Vesaas skrivaði mest í óbundnum máli. Meira enn helmingurin av bókunum vóru skaldsøgur. Men tað komu eisini nøkur stuttsøgusøvn og nakrir sjónleikir. Ikki fyrr enn eftir Seinna heimsbardaga fór hann at royna seg í bundnum máli, og eisini her vísti hann sítt hegni. Tað gingu tó eini tíggju ár, áðrenn fólk rættiliga góvu sær far um skaldskapin hjá Tarjei Vesaas. Eisini tað, at hann skrivaði á nýnorskum, avmarkaði norsku lesifjøldina.
Vesaas var føddur á Vesaas-garðinum í Vinje í Telemørkini. Hann stóð til garðin, sum í eini tíggju lið hevði verið í somu ættini. Men hugurin stóð til bókina og at skriva. Og sum skald kom hann at útinna sítt lívsverk. Vesaas búsettist í Midtbø í grannalagnum, har hann vaks upp, við Vinjevatnið. Har búði hann ævi sína saman við konuni, Halldis Moren, ið eisini er skald. Hetta vakra landslagið mitt inni í Norra er í nógvum førum karmur um teir tilburðir, ið fara fram í bókum hansara. Og hesin landsparturin er kendur fyri at hava fostrað nógv listarfólk. Men Vesaas fevnir longur enn at vera heimstaðarskald. Tey evni, hann viðger, eru alment menniskjalig. Sjálvur var hann fámæltur, og longu tíðliga tóktist hann gátuførur. Hann hevði nógv inni við seg sjálvan. Men í skaldskapi sínum talar hann, tó at hann her eisini mangan er gátuførur. Hann skrivar nógv um tvíbýtta menniskjað, ið ber so nógv av bæði góðum og illum í sær. Hann talar t.d. um vind, ið blæsur heitur og myrkur úr teimum ókendu dølunum, ein hevur í sær.
Tær báðar skaldsøgurnar "Det store spelet" (1934) og "Kvinnor ropar heim" (1934) eru um lívið á einum bóndagarði. Frá at gera uppreistur vendir tann ungi bóndasonurin aftur til garðin og finnur samanhangin í luti sínum í tilveruni. Sama árið, Norra var hersett, kom "Kimen". Hon er um eitt friðarligt oyggjarsamfelag, sum sansaleys øði kemur í, tí manndráp er framt. Tað er krígsøldina, Vesaas hugsar um: "Det ukjende dyret stakk trynet inn på livet av mennesket". Og tá fólk hava summað seg, mugu tey spyrja seg sjálvi, hvørji tey eru, og viðganga, at tey vistu ikki, at tey vóru soleiðis. Tá bardagaárini vóru av, var hann til reiðar við "Huset i mørkret", ein symbolsk bók um hesi myrku árini í norsku søguni. Undrunarvert er, at Vesaas so stutt aftaná er førur fyri so ræðiligan hátt at lýsa menniskjuni, tí fólk vóru á gosi um framdar misgerðir.
Tær bøkur, ið koma eftir kríggið, eru eisini nógv merktar av tí ótryggu tilveruni, menniskjuni livdu undir. Hann tekur fram evni sum angist, skuldarkenslu, týningarhug og atomhóttan. Einsemiskenslan er stór, og tað kann vera so ymist, hvussu tað er við tí hjálpandi hondini. Tó finst sum heild ein lívsjáttandi áskoðan. Stílurin er knapporðaður, ábendandi við nógvum symbolskum myndum. Í 1957 kom "Fuglane", sum fyri mongum stendur sum høvuðsverkið millum skaldsøgurnar. Lisin beinleiðis er henda skaldsøgan ein lýsing av einum evnaveikum manni, Mattis, ið er um 40 ára aldur, og systur hansara, Hegu, ið hevur hann búgvandi heima. Vit fata so væl tað baks, hon hevur av honum. Har afturat má hon ansa eftir hvørjum orði, hon sigur við hann. Tá Jørgen kemur inn í myndina, broytist alt. Hega fær ein mann at halda seg til. Men samtíðis missir Mattis tað einasta menniskjað, hann er knýttur at. Hann kennir seg uttanfyri í øllum. Hóast Mattis ikki er "skarpur" sum hini, so er hann meira í samljóð við náttúruna. Hann skilur fuglamál. Tá Mattis skal tosa við systrina um sínar upplivingar, er tað, sum tveir ymiskir heimar møtast: skaldaheimurin og gerandisheimurin. Vesaas hevur sagt um Mattis, at hann er "eit sjøvportrett med visse atterhald".
Fyri "Isslottet" (1963) fekk Vesaas Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1964. Lýsingin av tí tølandi ísborgini festir seg í hugan. Men tað er eisini lýsingin av einum beinfrystum og byrgdum menniskjasinni, sum ikki tiðnar, fyrr enn vársólin sleppur framat: tá kærleikshondin frá einum øðrum menniskja rørir ein. Seinasta skaldsøgan "Båten om kvelden" kom út í 1968. Maðurin í bátinum á vatninum er sum so mangan myndin um lívsferð menniskjans.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.