From Wikipedia, the free encyclopedia
Smyril (frøðiheiti - Falco columbarius subaesalon) er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag, men hildið verður at havørnin átti í Føroyum í gomlum døgum. Hann er av minstu falkum. Steggin er dimmgráur omaná, gulbrúnur við dimmum strikum í neðra og um hálsin; bøgan er smáflekkut av dimmum og ljósum brúnum. Ungfuglurin líkist bøguni, men dimmari.
Smirilin er líka grammur sum veiðifalkurin. Starar, steinstólpur, títlingar og aðrar smáfuglar drepur hann í meingi. Leingi kann hann sita samanhoykin á eini túgvu og skimast — avbara væl skygdur er hann. Nú fær hann eyga á ein grátítling langt burtur. Lágt yvir jørðini flýgur hann — títlingurin støkkur upp, og kvikur sum ein hvirla er smirilin eftir honum. Men hin lítli er knappur í vendini, hvørja ferð hann kennir smirilin tætt at sær, snittar hann til viks, so smirilin verður áhaldsin í takinum. Men títlingurin møðist, og finnur hann ikki eitt friðskjól, so er deyðin vísur. Mót einum garði heldur hann ferðini, smýgur inn í eina holu og er bjargaður. Nipin setur smirilin seg uppiyvir at lúra, men títlingurin kemur ikki út, fyrr enn hann er farin.
Starar tyrpast tætt saman í flokk undan honum, og flúgva so høgt upp í loft — væl vita teir, at uttan hann er uppi yvir teimum, fær hann hvørki nev ella kløur í teir. Og onkursvegna munna teir eisini fáa ørkymlað hann í flognum, tí tá ið teir halda seg væl saman, má hann oftast fara frá við ongum. So ræddur kann stari vera, at hann flýgur undan inn í roykstovuna og ytst undir væðingina; og so morðgírugur er smirilin, at hann eltir; men tá ið hann sær fólkið inni, skundar hann sær út aftur. Eisini størri fuglar, sum lógv og snípa, mugu stundum lata lív fyri honum. Smiril eigur víða í norðanlondum, men einans í Føroyum er hann alt árið. Reiður tímir hann ikki at gera sær, tekur heldur eitt krákureiður; tá verður bardagi millum bæði, men knappur og knáur, sum smirilin er, má krákan oftast dvína, alt hon er nógv størri. Smiril verpur 4 reyðbrún egg, og 3 vikur seinni koma ungarnir út. Kemur tú at reiðrinum, so blaka teir seg á ryggin og høgga upp ímóti tær við klónum — teir eru av tí berginum brotnir — bregða ikki úr ætt. — Ljótt er at síggja, hvussu smiril drepur smáfugl, og ofta illskast vit inn á hann, men annars kann hann ikki liva. Hvat skulu vit tá siga um teir »sportsmenn«, sum mest til stuttleika drepa og særa hundraðtals av fuglum, særa teir so, at teir mangan fáa óreiðiligari deyða, enn tá ið smiril tekur teir.
Ránsfuglar, ið hoyra til falkaættina, kennast á flogi av sera spísku veingjabroddum teirra og heldur langa veli. Tætt hjá sært tú, at smyrilin hevur rættiliga tjúkt nev, ið beint aftan fyri niðurbenda oddin á yvirnevinum hevur eina "tonn", ið nevnist falkatonnin, ið fellur inn í samsvarandi foyru á undirnevinum. Í falkaættini (Falconidae) eru uml. 60 ymisk sløg, ið liva um meginpartin av heiminum. Smyrlarnir eru býttir sundur í 10-11 ymisk sløg, sum eiga norðalaga á norðurhálvu. Tað smyrlaslagið, ið sæst í Føroyum bæði sum búfuglur og sum flytifuglur, eitur á látíni Falco columbarius subaesalon, og eigur eisini í Íslandi og í Skotlandi. Tað eru serliga teir longu veingirnir á hesum slagnum, sum bróta frá slagnum aesalon, ið eigur norðalaga í Norðurlondum, heilt eystur í Siberia.
Smyril er minsti falkur í Evropa. Hann er 25 til 30 cm til longdar og hevur eina veingjabreidd frá 50 til 60 cm. Stórur munur er á steggja og bøgu. Steggin er grábláur omaná og reyðbrúnur um búkin og hevur breiðar álir. Omaná er bøgan morreyð og um búkin er hon heilt ljósagul og hevur breiðar morreyðar álir. Teir ungu fuglarnir líkjast bøguni til fram ímóti vári, tá teir missa gomlu fjaðrarnar og grábláir fjaðrar vaksa fram á bakinum á ungu steggjunum. Bøgan vigar í miðal 210 gr, og er tí heldur størri og tjúkkri enn steggin, sum í miðal vigar 50 g minni.
Í dag eiga uml. 25 – 50 pør av smyrlum í Føroyum. Stovnurin er í framgongd, eftir eina stóra minking miðskeiðis í farnu øld. Ein orsøk til framgongdina í dag eru teir rættiliga veðurgóðu vetrarnir, har starar og gráspurvar hava klárað seg væl, og tí eru eitt gott føðslugrundarlag hjá smyrlunum. Hildið verður, at ein partur av føroyska stovninum er búfastur. Íslendski stovnurin telir ímillum 1000 og 2000 pør, harav teir flestu eru flytifuglar. Nógvir av teimum eru í Føroyum á vári og heysti, á veg til vetrarbýli á bretsku oyggjunum og í Fraklandi. Nakrir av smyrlunum, sum eru í Føroyum um veturin, eru helst íslendskir. Bert teir norðastu smyrlarnir eru flytifuglar av teirri einfaldu orsøk, at smáfuglarnir, teir liva av, flyta suðureftir um heystið.
Smyril veiðir ofta har frítt og opið er, og ger ofta óvæntað snarálop. Flestu fuglar verða tiknir á jørðini ella nær við jørðina. Serliga er tað sjónin, ið ger smyril til ein framúr góðan ránsfugl. Sjónarkyknurnar í eygunum eru 1 mill. fyri hvønn mm². Til samanberingar hevur menniskjan bert 100 túsund. Í Føroyum er fongurin vanliga stari, títlingur, steinstólpa og spurvur, ja sjálvt vaðfuglur sum t.d. lógv og snípa má lúta. Tað er ótrúligt, at smyrilin er førur fyri at taka ein so stóran fugl sum lógvin, ið vigar uml. tað sama sum hann sjálvur.
Smyril velur sær øki, sum er nóg stórt til at føða ungarnar. Í Íslandi kann eitt tílíkt øki vera uml. 35 km² til støddar. Smyril eigur ofta í brøttum líðum, men hann byggir tó ikki reiður sítt sjálvur. Finnur hann eitt gamalt kráku- ella ravnareiður á hóskandi staði, er tað nóg gott. Viðhvørt verpir hann beint á bera hellu uttan nakað reiður. Verpingin byrjar í mai og eggini eru millum trý og seks í tali, men vanliga fýra. Eggini eru uml. 40 mm til longdar og rættiliga rund, tey eru morreyð við tøttum døkkum deplum. Klekingin tekur uml. fýra vikur og ungarnir eru floygdir eftir øðrum fýra vikum. Tá ungarnir eru klaktir, er tað steggin sum veiðir, og hann roytir ofta fongin, áðrenn hann verður givin bøguni á einum ávísum staði tætt við reiðrið við ungum. Bøgan skræðir fongin sundur í hóskandi bitar, sum hon gevur ungum sínum.
Smyrilsnavnið er grógvið inn í føroyska gerandisdagin. Suðuroyarleiðin verður røkt av Smyrli og eitt skipafelag Smyril Line ber eisini smyrilsnavnið. Smyrilin er nevndur í Fuglakvæðinum, ið Nólsoyar Páll yrkti fyrst í nítjandu øld. Ein máliska, sum enn hoyrist, t.d. tá børn spæla væl saman og ein ótangi kemur og spillir spælið og friðin, er: "Nú kom smyril í staraflokk!".
111. ørindi í Fuglakvæðinum ljóðar soleiðis:
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.