From Wikipedia, the free encyclopedia
Skríggið (norskt: Skrik) er ein kendur málningur av Edvard Munch. Málningurin finst í fýra útgávum og harafturat sum litografi. Munch málaði ofta málningar, sum vóru merktir av angist, trega og ræðslu. Skríggið er ein av hesum málningum. Hetta er málningur, sum er víðagitin og óivað kendasti málningur hjá Edvard Munch. Hann hoyrir til tann partin av málningum hjá Munch, sum kallast fyri "Kjærlighedsrækken". Myndin bar eisini heitið Vónloysi, men fekk so navnið Skríggið. Listarákið ekspressionisma tók seg upp seinast í 19. øld, og listafólkini vilja í bæði bókmentum og málningalist lýsa ein heim, sum er avskeplaður av persónligari hugsan og hýri og av sterkum kenslum, sum vit síggja í málningunum Skríggið. Henda myndin er frá 1893 og hongur í tjóðarskálanum í Oslo, og hevur Munch gjørt oman fyri fimmti myndir av hesum motivi.
Hann sigur sjálvur um íblásturin til hesa mynd, har hann liggur sjúkur í Nice í 1892, at hann gongur á eini brúgv saman við nøkrum vinfólkum. Tey fara undan honum. "Tá kom ein slík ræðsla á meg. Himmalin bleiv blóðreyður, legði meg aftur at eini gyrðing deyðmøddur og sálarliga undirkomin av ræðslu - sá tey brandandi skýggini eins og blóð og svør - tann blásvarta býin - vinir mínar sá eg fara undan mær - eg stóð har undirkomin í ræðslu - og tað var, sum fór eitt skríggj í natúrini um meg - so hvølt og andskræmiligt ígjøgnum møn og merg og gjørdi meg ræðsluslignan." Hetta hevur hann skrivað í dagbók sína. Møguliga er ein mumia úr Peru á Museum Musée de L´Homme í París eisini vorðin íblástur til myndina. Tann støða, sum hendurnar á myndini hjá Munch hava, líkist ómetaliga nógv tí støðu, sum hendurnar á hesi mumiu hava - somuleiðis tey tómu eyguni.
Ein útgáva av hesum málningi varð seld í 2012 fyri 120 mió dollarar, í dagsins kursi einar 812 mió kr.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.