føroyskt fótbóltsfelag From Wikipedia, the free encyclopedia
Sørvágs Ítróttarfelag ella SÍ er eitt ítróttarfelag úr Sørvági, sum var stovnað tann 17. mars 1905.[1] Felagið er virkið innan flogbólt og fyrr eisini innan fótbólt, nú tó við felagnum 07 Vestur. Aðrar ítróttargreinar sum svimjing og hondbóltur hava eisini verið íðkaðar í Sørvági í Sørvágs Ítróttarfelag. Í fyrstani æt felagið Sørvágs Bóltfelag, men navnið passaði ikki longur, tá svimjingin eisini gjørdist partur av felagnum. SÍ var føroyameistari í fótbólti í 1947. Árini 1998 - 2003 var SÍ partur av FS Vágar, eftir tað endaði felagið í 4. deild, vann deildina og rykti upp í 3. deild.[2] Í 2007 var fótbóltsfelagið 07 Vestur stovnað. Tað vóru FS Vágar og SÍ sum løgdu saman og gjørdist til nýggja felagið 07 Vestur.[3] SÍ er tó enn virkið innan flogbóltin. SÍ hevur lið í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum í 2010/11.
Sørvágs Ítróttarfelag | |||
Navn | Sørvágs Ítróttarfelag | ||
---|---|---|---|
Kelinavn | SÍ | ||
Stovnað | 1905 | ||
Leikvøllir | á Dungasandi | ||
Formaður | Annfinn Joensen | ||
Høvuðsvenjari | Rajko Petrovic | ||
Heimasíða | http://www.sis.fo | ||
|
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.