From Wikipedia, the free encyclopedia
Náðileysir einaræðisharrar í farnu øld hava dripið milliónir menniskju, men fáir hava skatt sítt land so illa, sum Pol Pot (19. mai 1928 – 15. apríl 1998), sum tey fýra árini hann ráddi fyri borgum, týndi meira enn ein triðing av fólkinum í landinum. Pol Pot stóð á odda fyri Reyðu Kmerununum, sum meðan Vjetnamkríggið leikaði á bardust móti stjørnini í Kambodja og móti amerikumonnum. Reyðu Kmerarnir tóku høvuðsstaðin Phnom Pen í 1975. Fáar dagar seinni vórðu øll fólkini í býnum rikin út á bygd fyri at arbeiða í landbúnaðinum. Allir útlendingar vórðu vísitir av landinum, pengar vórðu avtiknir, markanðir, skúlar og dagbløð vórðu stongd og privat ogn og átrúnaður varð bannaður. Forelskilsi varð bannað, og øll við brillum vórðu dripin á staðnum. Ikki fyrrenn í 1978, tá Norðurvjetnam gjørdi innrás í landið, varð hetta ræðuliga einaræðið avtikið.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.