From Wikipedia, the free encyclopedia
Penicillin varð í 1928 uppdagað sum antibiotiskur heilivágur móti bruna.
Penicillin varð upprunaliga framleitt frá blámusoppinum (hýgginum) penicillium, men nú á døgunum verður tað framleitt syntetiskt.
Tað vóru Alexander Fleming, Howard Walter Florey og Boris Chain, sum gjørdu hetta risa framstig innan læknavísind.
Penicillin er uppbygt sum á myndini til høgru. Ymiskir bólkar kunnu sita á staðnum merkt við R og harvið fáa vit tey ymisku sløgini av penicillini.
Penicillin virkar við at forða bakterium í at byggja sín kyknuvegg. Hetta hendur við at penicillin bindur til ensymið transpeptidase, sum hevur til uppgávu at byggja skrástívarar í kyknuvegginum, og hetta førir við sær, at veggurin viknar og kyknan doyr.
Árið 1928, var árið, har penicillinið varð uppdagað. Tað var tann skotski læknin, og seinni eisini professari í bakteriologi, Alexander Fleming, ið var uppdagarin. Mátin Alexander Fleming uppdagaði penicillinið uppá, var øgiliga tilvildarligur og heldigur. Arbeiðsborðið hjá Fleming var nemliga óruddiligt, og hevði hann tí sett sær fyri, at hann skuldi rudda tað. Í tí, at hann ruddar borðið, finnur hann fram til eina royndarskál, sum hann hevði gjørt royndir við, og sum hann bara hevði latið ligið á sínum arbeiðsborðið. Í royndarskálini sær hann ein blámusopp, sum hann síðani byrjar at gera royndir við. Hann fann fram til, at svampurin æt Penicillium chrysogenum. Seinni gevur Fleming svampinum navnið Penicillin.
Fleming kemur ongan veg við kanningunum við penicillininum, so hann leggur tað frá sær í eina tíð. Í hesari tíðini vóru tað nakrar kanningarstovur, ið vóru áhugaðar í tí nýggja evninum, og spurdu Fleming, um tey kundu fáa royndir av penicillininum.
Í 1938 gjørdu tveir menn sær fyri, at teir vildu kanna evnið, sum Alexander Fleming í 1928 uppdagaði. Tann eini var tann avstralski patologurin, Howard Walter Florey, og hin var tann týski jødiski biokemikarin, Ernst Boris Chain. Hesir menninir gingu báðir á universitetinum í Oxford í Onglandi. Hesir báðir, Florey og Chain, høvdu sum sagt sett sær fyri at kanna penicillinið nærri, og eftir fleiri ymiskum væl eydnaðum royndum við djórum, fóru teir, tá ið teir høvdu nokk av penicillini, so smátt í holt við at royna penicillinið á menniskjum.
Í 1941 fóru Florey og Chain til Amerika, har teir fingu hjálp til at framleiga penicillin í størri mongdum. Eftir intensiva gransking, vóru síðstu neyðugu klinisku royndirnar á menniskju gjørdar í 1943, og eftir hettar verður penicillinið brúkt uppá hermenn, ið vórðu skaddir undir 2. heimsbardaga. Skaðar og sjúkur, ið hermenn undir 1. heimsbardaga doyðu av, kundu nú lekjast av penicillini!
Í 1945 kundu enskir læknar viðgera tað vanliga fólki við penicillin. Nú kundu øll fáa ágóðan av tí. So um tey vóru smittaði við bakteriellari infektión, kundu tey fáa penicillin sum viðger. Hetta bleiv ein stórhending! Sama ár, 10. desembur 1945, fingu teir tríggir, Fleming, Florey og Chain, Nobelprísin í fysiologi og medicini, handaðan av tí svenska konginum í Konserthúsinum í Stockholm. Prísurin tá í tíðini var umleið 150.000 svenskar krónar, meðan prísurin í dag er umleið 10 millónir krónir. Prísin fingu teir fyri tað stóra arbeiðið við penicillininum. Í dag er tað soleiðis, at vit skulu til lækna fyri at staðfesta bakteriella infektión fyri at fáa útflýggjað penicillin við resept. Hetta er galdandi í flest øllum londunum rundanum okkum. Men soleiðis er ikki allastaðni. Vansin vit standa við í dag, er, at aðrastaðni í heiminum kanst tú fáa penicillin sum handkeyp í lokalum matvøruhandlum. Okkum nytist ikki, at fara longur vekk enn til til dømis Turkaland ella Spania. Hesin vansin hevur við sær, at bakteriurnar skjótari blíva resistentar, og tískil er vandin at penicillinið ikki hjálpir, tá ið vit hava tað fyri neyðini. Í hesum sambandi, ávara læknar rundan um okkum ímóti at brúka penicillin sum best ber til.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.