Pól Sundskarð
From Wikipedia, the free encyclopedia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Pól Sundskarð (føddur 1957) er føroyskur rennari úr Klaksvík. Hann vann DM í sínum aldursbólki 55-59 ár í 24-tíma renning á Bornholm 9. juni 2012. Hann rann 181 km á teir 24 tímarnar. Tá hann kom heim aftur til Føroya varð móttøka fyri honum á Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík, har m.a. Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, helt røðu fyri honum. Pól byrjaði av álvara at renna í 2004. Longu í 2005 vann hann sítt fyrsta heiðursmerki, tað var í februar 2005 tá hann bleiv nummar tvey í veteranbólkinum í FM í crossrenning á Toftum. Hann gjørdist eisini nummar tvey, tá hann rann til Flaggdagsrenningina í Havn sama ár. Hann vann FM í bæði 10km, ½-marathon og maraton í 2005. Í 2006 endurvann hann FM í marathon og silvur í ½-marathon. Somu úrslit fekk hann í 2007. Árið 2008 brúkti hann uppá at fyrireika seg til ein nógv longri tein enn Marathon. Í 2009 rann hann 100 km á Bornholm, hann gjøgnumførdi teinin uppá góðar 10 tímar.[1] Í 2010 gjøgnumførdi Pól 7 marathon í 6 dagar.[2] Pól er limur í rennifelagnum Treysti í Klaksvík. Hann starvast sum søluráðgevi hjá trygdarfyritøkuni Ansni.[3]
13. desember 2013 rann hann 118 km úr Gásadali til Viðareiðis, hann rann um náttina, veðrið var ikki til vildar, men hann gjøgnumførdi túrin.[4] Næstu tveir dagarnar eftir túrin herjaðu tvær ódnir í Føroyum.
27. september 2014 luttók Pól eins og árið fyri í Sparthlaton í Grikkalandi. Í 2013 noyddist hann at gevast eftir at hava runnið 80 km, hitin lá tá yvir 30 gradir. Men í 2014 gjørnumførdi hann. Hann rann tann 246,8 kilometur langa teinin á 35 tímar og 21 minuttir, sum var undir kravtíðina, sum er 36 tímar. Renningin byrjaði í Athen kl. 5 um morgunin og endaði í Sparta. Konan syrgdi fyri at hann hevði 75 depotir liggjandi ymsastaðni á rutuni.[5]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.