Academy Award eisini kent sum Oscar er ein sera týdningarmikil virðisløn, sum amerikanska Academy of Motion Picture Arts and Sciences (AMPAS) letur fyri at heiðra teimum allarbestu persónunum innan filmsídnaðin, íroknað sjónleikarar, filmsleikstjórar og filmsleikrithøvundar.[1] Tað almenna hátíðarhaldið, har virðislønirnar verða handaðar, verður mett at vera ein av teimum týdningarmestu príshandanum í heiminum, og verður víst beinleiðis í sjónvarpinum í meira enn 200 londum kring heimin. Oscar-heiðurslønirnar verða givnar til filmar, ið hava hava stóra ávirkan á fólk, antin við sjónleikarum, leikstjórum, komponistum o.s.fr.
Tað fyrsta Academy Awards-hátíðarhaldið varð hildið hin 16. mai 1929 á Hotel Roosevelt í Hollywood fyri at heiðra teimum allar bestu í filmsárinum 1927/1928.