From Wikipedia, the free encyclopedia
Opinbering Jóhannesar (á grikskum apokalypsis) er aftast í Bíbliuni. Í Opinberingini lesa vit um ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin eru farin til grundar. Tá fer alt at verða, sum Gud av fyrstan tíð ætlaði, fullfíggjað og sera gott [1].
"Kristus gav tað til kennar í myndum fyri tænara sínum, Jóhannesi (tað, ið brátt skal henda)". Soleiðis stendur í fyrsta versi í seinastu bók í Bíbliuni. Hesin Jóhannes verður seinni nevndur í 1,4-9, og 22,8. Eftir so at siga einmæltum fornkirkjuligum siðaarvi er tað Jóhannes ápostul, ið jú eisini skrivaði evangeliið og brøvini. Gaman í hava menn víst á, at bæði málsliga og innihaldisliga er stórur munur á evangeliinum og brøvunum, verða tey samanborin við Jóhannesar opinbering. Men samstundis kann verða víst á nógvar orðingar og málberingar, ið binda Jóhannesar opinbering saman við hini skrift hansara. "Tann líkskapur, ið veruliga er ímillum Jóhannesar opinbering, Jóhannesar evangelium og brøvini eftir Jóhannes, er so stórur, at hann so ríkiliga vigar upp ímóti tí muni, sum víst hevur verið á. Hvørki í evangeliinum, brøvunum ella í Jóhannesar opinbering er tað ein næmingur hjá Jóhannesi, ið talar, men eitt sjálvstøðugt valafólk við myndugleika. Einasta natúrliga frágreiðingin, sum eisini tann kirkjuligi siðaarvurin hevur borið út, er at vísa til ein høvund: Jóhannes ápostul" (Olaf Moe).
Skriftið er sent við heilsan. Tað hevur inngang, hvør ið hevur skrivað tað, hvønn ið tað er til, og tað hevur enda. Tí er skriftið, hvat ið formi viðvíkur, eitt bræv; men viðvíkjandi innihaldi ein bók. Skriftið er fyrst og fremst ætlað teimum sjey kirkjuliðunum í Lítla Ásia [2]. Hesi kirkjuliðini tykjast meginpartin at bera ávøkstur av virki Paulusar og hjálparmonnum hansara [3], og tey vóru øll í 50-árunum. Tað er økið, Jóhannes á serstakan hátt hevði umsjón við, tá ið hann búsettist í Efesus.
Bókin má vera skrivað í eini tíð, ið var merkt av forfylging. Jóhannes vitnar sjálvur um tað [4], og í sendibrøvunum eru eisini ábendingar um hetta (2,9.13), og nógv verður sagt frá, hvussu stóran týdníng, tolmóðin hevur [5]. Men hvør er henda forfylgingin, talan er um?
1. Forfylgingin, tá ið Nero var keisari (54 e.Kr.-68 e.Kr.). ¨
Neyvan sannlikt. Henda forfylging var í Róm og hevði einki samband við keisaradýrkanina.
2. Forfylgingin, tá ið Domitian var keisari (81 e.Kr.-96 e.Kr.).
Tað er sannlíkari. Tá kom stór forfylging, sum serliga a) var í Lítla Ásia, og b) var knýtt at keisardýrkanini. Tey fólk, ið vildu ikki tilbiðja mynd keisarans, mistu ognir sínar og frælsi, ja, enntá lívið. Tað var óivað í hesi trongd og atsókn, at Jóhannes varð gjørdur útlagin og kom til Patmos. Ireneus skrivar umleið ár 185 e.Kr. (hann var lærusveinur Polykarps, ið var lærusveinur Jóhannesar): "Ikki er so langt síðan, at Jóhannesar opinbering varð skrivað, næstan í okkara egna ættarliði, seinast í stjórnartíð Domitians". Jóhannesar opinbering kann við stórari vissu verða tíðarfest til umleið ár 95 e.Kr.
Enntá ógævuni noyðir hann at tæna tær at gagni. Hesi orð kanst tú taka fram, tá ið tú ætlar at siga frá, hvussu Jóhannesar opinbering varð til. Tað var, tá ið Jóhannes varð ýørdur útlagin og kom til oynna Patmos í Grikkalandi fyri Guds orðs og vitnisburðar sakir. Har slapp hann at taka ímóti opinbering Jesu Krists, sum hann seinni skuldi skriva niður í bók og senda teimum sjey kirkjuliðunum.
Og serliga, nú ið tað er Jóhannesar opinbering, vit umrøða, kunnu vera grundir at gera av, hvør ætlanin er. Tað kann vera ein vernd ímóti tí misbrúki, ið júst hesi bók hevur verið fyri. Onkur, ið nevna skuldi bøkumar í Bíbliuni, nevndi so hissini ta seinastu leitbókina, og soleiðis er hon mangan vorðin nýtt. Men hon er ikki vorðin til at nøkta menniskjunnar forvitni til tess at veita fólki tilfar til alskyns høvuðbrýg. Hvør er tá ætlanin við hesi bók? At hjálpa, búgva út og ugga kirkjuliðið.
1. Hjálpa kirkjuliðinum at skilja støðuna á rættan hátt.
Tí viðvíkjandi líkist Jóhannesar opinbering mongum øðrum bókum Bíbliurmar, til dømis profetunum í GT og brøvunum í NT. Serstakliga í inngangsorðunum í sendibrøvunum verður andliga støðan í kirkjuliðunum lýst: Eg kenni... Eg veit... o.s.fr. Bara at liva eitt heilnæmt kristnilív, ger kirkjuliðið ført fyri at lúka tey krøv, sum bíða tí, og fullgera starv sítt.
2. Búgva út kirkjuliðið at liva fyri Harranum.
Í innganginum verður sagt, at bókin vendir sær til tænarar Jesu Krists [6], t.e. til teirra, ið hoyra honum til og vilja liva fyri honum. Hon skal búgva teir út ikki bara at standa stinnar og halda út, men eisini at verða til signingar, tá ið ódnin kemur í teimum seinastu døgum.
3. Ugga kirkjuliðið og vísa, at Guds ríki sigrar.
Tað er sagt, at Jóhannesar opinbering hevur ein boðskap at bera í krepputíðum. Í tíðum, tá ið friður og vælferð valda, eru tey ikki mong, ið lesa hana - ið hvussu er ikki mong, sum lesa hana á rættan hátt. Tá ið kreppur við stórum kollveltingum eru, kemur Jóhannesar opinbering óvarandi fólki við. Hon boðar, a) at Gud er í hásætinum enn - eisini tá ið tað ikki tykist so, og b) at ríki hansara at enda fer at sigra. Tí er Jóhannesar opinbering fram um alt ugganarbók Guds fólks.
Jóhannesar opinbering hevur eina framúr væl gjøgnumhugsaða skipan, 7-talið hevur nógv at týða í henni. Bókin er í høvuðsheitum um 7 sjónír:
Hvør sjónín er aftur skift sundur í sjey minni. Hetta síggja vit greiðast í sendibrøvunum, innsiglunum, lúðrunum og vreiðiskálunum. Hesar sjónir lýsa "tað, sum er", og "tað, sum henda skal eftir hetta" [7]. Tí hetta innihaldsyvírlitið:
1. Inngangur: 1. kap.
a) Yvirskift og heilsan (1-8) og b) kallanarsjónin (9-20).
2. "Tað, sum er": 2.-3. kap.
Hini sjey sendibrøvini, har hvørt kirkjulið sær annaðhvørt verður uggað ella revsað. Endamálið er: at búgva tey út til afturkomu Harrans.
3. "Tað, sum henda skal eftir hetta": 4.-22. kap.
Bókina við teimum sjey innsiglunum kann bara lambið, ið dripíð varð, lata upp.
a. Tey sjey innsiglini (6,1-8,1).
b. Teir sjey lúðrarnir (8,2-14,20).
c. Tær sjey vreiðiskálirnar (15,1-19,10).
d. Hin endaligi sigurin (19,11-22,17).
4. Endi: 22,18-21
Í hesi bókini er ikki gjørligt at viðgera gjøllari innihaldið í Jóhannesar opinbering. Vit mugu tí bara vera nøgd við at geva gætur eftir: a) nøkrum eyðkennum, og b) nøkrum ymiskum tulkingarroyndum - ið snúgva seg í stórum um, hvørjar áskoðanir eru á lýsingarnar í Jóhannesar opinbering.
Jóhannesar opinbering hevur henda inngangin: "Opinbering Jesu Krists". Ápokalýptiskar bókmentir hava serlig eyðkenni. Dømi um ápokalýptiskar bókmentir eru Dánjalsbók og eisini lutvíst Ezekielsbók. Annars eru fleiri seinni jødisk rit dømi um hetta, sum til dømis tey bæði, ið tikið verður upp eftir í Judasarbrævinum, tey eru Enoksbókin og Himnaferð Mósesar. Hesar ápokalýptisku bøkurnar skilja seg í ávísum førum frá øðrum profetiskum bókmentum. Ein partur av tí, ið eyðkennir tær, er eisini í Jóhannesar opinbering.
1. Ber dám av hinum sjey miklu sjónunum.
2. Tekst nógv við framtíðina - men tveir kapitlar í Jóhannesar opinbering eru um tað, sum er, hinir kapitlarnír lýsa tað, sum brátt skal henda.
3. Nýtir mong ímyndarlig tøl, 3-talið er tal Guds [8],4-talið er skapanar talið, sbrt. teimum fýra livandi verunum framman fyri hásætinum [9], mannaættín í fýra: tjóðirnar, ættargreinirnar, tungumálini, fólkasløgíni [10], náttúran í fýra: himmal, jørð, hav og áir [11]; 6-talið serstakan týdning, tá ið talan er um mótstøðuna móti Gudi. Bábylon verður nevndur 6 ferðir, drekin 12 ferðir (2 ferðir 6), og djórið 36 ferðir (6 ferðir 6), og tal djórsins er 666. 7-talið er á serstakan hátt heilagt tal. Tað sigur frá viðurskiftunum ímillum Gud og skapning hansara (3 ferðir 4), sbrt. samansetingini. 10-talið er tal fullkomuleikans og fyllunar [12], og at enda 12-talið, ið er tal Ísraels og kirkjuliðsins (sbrt. teimum 12 ættunum og teimum 12 ápostlunum) og her í Jóhannesar opinbering 12 grundarsteinar í tí nýggja Jerúsalem [13], teir 24 elstu frammi fyri hásætinum (2 ferðir 12) [14] og teir 144.000 innsiglaðu (12 ferðir 12 000).
4. Nýtir fjølbroyttar ímyndir og myndir. Í Jóhannesar opinbering verður talað um: stjørnur, ljósastakar, eld, horn, eygu, roykilsi, lambið, leyvuna o.s.fr. Naktar av hesum myndum skilja vit best eftir GT, sum er ógvuliga týdníngarmikið sum grundarlag undir Jóhannesar opinbering.
5. Einglar millumgongumenn. Teir hava nógv at týða í teimum tilburðum, lýstir verða. Tað er tí ein ómetaliga ríkur og mangan fremmandur heimur, ið liggur fyri okkum í hesi bók. Ofta verður dentur lagdur á, at okkurt "var líkt" og "var sum", ið gevur ábending um, at hetta skal verða sum ímyndir, og ein veruleiki býr undir. Men hvussu skal so hetta verða tulkað? Ja, hetta hava verið nógvar áskoðanír á. Tað viðvíkur ikki bara einstøkum stakleiðum, men eisini - og fram um alt - hvørja áskoðan vit sum heild skulu hava á Jóhannesar opinbering.
Tá ið tað er at tulka Jóhannesar opinbering sum heild, eru trý aðalevni [15].
1. Tann tíðarsøguliga tulkanin.
Sambært hesi tulkan vísir bókin als ikki til eina fjara framtíð, men lýsir støðuna, tá ið bókin varð skrivað. Verður samtíð Jóhannesar ølla kannað, kanngreiði verða fingin á, hvat Jóhannesar opinbering vísir til.
2. Tann kirkjusøguliga tulkanin.
Hon hevur við sær, at vit hava fyri okkum spádómar um tær týdningarmestu hendingarnar í kirkjusøguni frá døgum Jóhannesar og alt at endatíðunum. Talan er tí um eitt spádómsyvirlit yvir innara og ytra skap kirkjunnar. Menn halda seg til dømis kenna aftur ymsar partar í kirkjusøguni, tá ið lisið verður um hini sjey kirkjuliðini o.s.fr.
3. Tann eskatológiska tulkanin.
Sambært hesi tulkan er Jóhannesar opinbering ein spádómur um kirkjuliðsins seinastu dagar og Guds ríkis fullgering. Henda áskoðanin var vanlig í fyrstu døgum kristindómsins. Hon er eisini hin best grundgivna. Hon talar eisini til okkara um, hvat síðan skal henda.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.